Nú raka arbeiðsgevararnir meint við sínum tiltøkum, t.d. leggja arbeiðsgevararnir strandferðsluskipini
Tiltakið hjá arbeiðsgevarunum, við Arbeiðsgevarafelagnum á odda, har teir hava latið aftur heilsølur og oljusølur/bensinstøðir, gevur eina nýggja støðu í verkfallinum.
Arbeiðsgevarar hava nú virknari leiklut í verkfallstiltøkunum. Arbeiðsgevararnir hava við sínum tiltøkum læst støðuna sera fasta.
Nú eru tað ikki arbeiðarafeløgini í verkfalli, sum við sínum verkfalls-forðingum gera, at vøra og brennievni ikki fæst kring landið, men arbeiðsgevararnir, sum hava latið virkir og heilsølur aftur.
Arbeiðarafeløgini royndu við hóvsemi at bera so í bandi, at tiltøkini skuldu ikki raka tey veikastu, eittnú gomul og sjúk. Eisini gjørdu feløgini alt fyri, at ferðafólkafluttningur t.d. við strandfaraskipum, skuldi ikki steðga. Alt hetta hevur havt við sær eina rúgvu av undantøkum og eisini nógva umsiting av hesum.
Nýggja støðan hevur við sær, at arbeiðsgevararnir hava tikið sær leiklutin sum leiðandi parturin viðvíkjandi verkfallstiltøkum. Tessvegna er sera trupult hjá arbeiðarafeløgunum at gera av, hvussu verkfallstiltøkini raka og hvørji undantøk kunnu gerast veruleiki. Bólturin hesum viðvíkjandi liggur hjá arbeiðsgevarunum.
Ein avleiðing av nýggju støðuni tykist vera, at strandfaraskip verða løgd. Tað eru tað als ikki arbeiðarafeløgini í verkfalli, sum vilja hetta, men arbeiðsgevararnir. Tað eru teirra tiltøk, sum nú raka meint.
FAG leggur strandferðsluskipini
Arbeiðarafeløgini hava lagt dent á, at eittnú ferðafólkaflutningur skal ikki tarnast av verkfallinum. Um arbeiðsgevararnir fara at vísa somu atlit er ilt at siga, men hetta sær ikki út til at vera støðan. Nú frættist, at ein avleiðing av tiltøkunum hjá arbeiðsgevarunum er, at Smyril verður lagdur sunnudagin. Arbeiðarafeløgini hava roynt at verið smidlig og funnið møguleikar og kunnu t.d. vísa á, at strandferðsluskip, t.d. Smyril, kann bunkra við oljukeiina í Havn, um vilji er at varðveita samferðsluna sjóvegis.
Nýggja støðan hevur óivað við sær, at tyngri verður at fáa verkfallsraktu samfelagshjólini at mala, men skuldina hava arbeiðsgevararnir, sum hava tikið sær virknan og herðrendan leiklut í verkfallstiltøkunum, og Føroya fólk merkja longu tiltøk teirra.
Verkfallsstøðan er altíð óheppin og rakar á ymsan hátt, men tiltøkini hjá arbeiðsgevarunum gera bert støðuna óliðiligari. Hvørt Arbeiðsgevarafelagið fer at vísa somu samfelagsatlit, sum arbeiðarafeløgini hava við undantaksloyvum og hóvsemi, vil tíðin vísa. Arbeiðsgevar-arnir spæla nú leiklutin sum verkfallsvirknir leikarar í femstu røð á samfelagspallinum, ein leiklutur, ið krevur skynsemi og ábyrgdarkenslu.










