Mikudagin kl. 16.30 verður móttøka í Tutl handlinum á Káta Horninum, í sambandi við útgávuna av fløguni Life Is a Picture. Uni Debess fer at framføra nøkur løg av fløguni, og haraftrat er møguleiki at fáa okkurt gott undir góman.
Uni Debess er kendur úr bólkunum Go Go Blues, Crawling Blue og Debess Blues Station.
Henda fløga er eitt sindur øðrvísi enn ta, sum Uni hevur gjørt áður. Talan er um eina solo fløgu, har Uni spælir øll ljóðførini og syngur alt sjálvur.
Tónleikurin er ein blandingur av Country-Fólka tónleiki við einum dámi av Blues. Fløguhúsan hevur Janus á Húsagarði teknað, og tað, sum er áhugavert við hesum fløguhúsa er, at tekningarnar eru gjørdar sum oldschool tatooveringar.
Tann navnframi Óli Poulsen hevur við sínum framúr góðu dygdum lagt seinastu hond á tónleikin.
Hesum boða fyrireikarar frá í dag.