Nýggj smiley av kynsnevtralum og rørslutarnaðum

Apple vil varpa ljós á ymiskleika og inklusjón við 61 nýggjum smileyum

Knappaborðið á iPhone og øðrum Apple-vørum er nú vorðið enn meira fjølbroytt. Tí nú eru fleiri nýggj smiley komin uppí, og hesi smiley avmynda bæði kynsnevtralar og rørslutarnaðar persónar, og so eru eisini ymsir húðarlitir at velja ímillum. Endamálið við hesum er at varpa ljós á ymiskleika og inklusjón.

Talan er um heili 61 nýggj smileys tilsamans, og tað er eisini møguligt at seta teir ymsu persónarnar saman til par. Hetta er nakað, sum er við í nýggju dagføringini iOS 13.2, sum gjørdist tøk mánadagin.

Hetta er ikki fyrstu ferð, vit síggja kynsleys smiley. Google kom við tí í sínum Pixel telefonum í mai mánað. 

Her sæst, hvussu nógvir møguleikar eru at velja ímillum við nýggju dagføringini hjá Apple. Heili 398 nýggjar kombinatiónir, tá mann telur pør við. 

##med2##