Nýggj smábátahavn til 250 bátar í Havn

Farið verður undir at byggja nýggja smábátahavn í Álakeri og bøta um bátahylin í Kaldbaksbotni

Í gjárkvøldið samtykti Tórshavnar býráð at fara undir at byggja smábátahavn í Álakeri og bøta um bátahylin í Kaldbaksbotni. 

 

3,2 milliónir krónur eru játtaðar til at fyrireika eina nýggja smábátahavn í Álakeri til 250 bátar og til at leggja eitt nýt grótkast í Kaldbaksbotni, so bátaeigarar har fáa betri umstøður at leggja sínar bátar í lívd av illveðri. 

 

- Í okkara høvuðsstaði mitt í Norðuratlantshavinum er umhvørvið ein náttúrugivin og sjálvsagdur partur av gerandisdegnum, og bátarnir niðri við havnaløgini seta sín serliga dám á okkara høvuðsstað. Bátaeigarar skulu hava bestu umstøður at røkja síni áhugamál og harvið eisini tað livandi umhvørvið, sum teir skapa rundan um seg, sigur Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini hjá Tórshavnar kommunu.