Trý av teimum, sum hava lisið søguna, geva henni fylgjandi ummælir
"HJÁLPT ÙR NEYÐ"
eftir Absalon Absalonsen.
Ein sera grípandi og væl samansett skaldsøga við støði í viðurskiftunum, sum valdaðu í Føroyum í 18. og 19. Øld. Við sínum kunnleika í søgu og viðurskiftum okkara bæði á sjógvi og landi, hevur tað eyðnast Absalon at flætta veruligar og tilhugsaðar hendingar inn í hugtakandi søgugongdina í bókini. Við ríku ímyndingarevnum sínum lýsir høvundurin umstøðurnar í oyggjum okkara hetta hendingaríka tíðarskeið í fátækdømi, armóð og hungursneyð eins og í gudsótta, næstrakærleika og gávumildi millum fólkið. Tú fært valla slept bókini, tá tú ert byrjaður at lesa, tí her møtir tú dramatikki, spenningi, romantikki, øvund, góðsku og sonnum kristindómi í gerandislívinum, sum fær teg bæði at gráta og grína.
Zakaris Zakariassen.
Í søguligum høpi varpar skaldsøgan ljós inn yvir jarðarlívið. Hin kristna trúgvin er lýst á ærligan og sannan hátt. Náði Guðs í trúnni á Jesus elur fram góða hugsan til gott verk at inna. Ein fløvandi hiti vellir úr skaldsins huga og skapar eina perlu millum kristnar bókmentir. Bókin kemur ikki einans at standa á hyllini, - hon er vorðin ein partur av mær sjálvum. Hon hitar mítt hjarta, styrkir mína trúgv og elur fram ta bøn, at eg mótvegis øðrum má vera eitt gott mennisja.
Jógvan Fríðriksson.
Absalon hevur lagt eitt framúrskarandi arbeiði úr hondum. Hetta er ein kærkomin søga. Hon sigur m.a. hvussu næstrakærleiki kann broyta tilveruna hjá fólki og vinna á tí ónda. Tann, sum fer í holt við hesa bókina, hevur ringt við at leggja hana frá sær, fyrr enn hon er liðug, so spennandi er hon. Ein frálík jólagáva.
Hanna Lisberg