Nýggj skúlastýri í Klaksvík

Nógv nýggj fólk eru vald í skúlastýrini í Klaksvík Tveir fólkaskúlar eru í Klaksvík, Skúlin við Ósánna og Skúlin við Ziskatrøð.

Til valið av skúlastýri í Skúlanum við Ósanna luttóku 339 av teimum 450, sum høvdu atkvøðurætt. Og hesi vórðu hesi vald:

Mariann O. Fuglø var fyrst vald við 85 atkvøðum, Símun Gullaksen fekk 79 atkvøður og er næstvaldur. Karl Birgir Isaksen fekk triðflestar atkvøður, hann fekk 69. Hesi trý eru sostatt vald í skúlastýri. Eykavald eru Edna Reginsdóttir Steintún við 63 atkvøðum og Sólfríð Jakobsen við 42 atkvøðum.

Á Skúlanum við Ziskatrøð ganga 387 børn. Tað bar í kvøld ikki til at fáa tøl fyri, júst hvussu nógv høvdu valrætt.

366 foreldur valdu at luttaka í skúlastýrisvalinum til Skúlan við Ziskatrøð.

Og hesi vórðu vald:

Ella Heinesen fekk 114 atkvøður og er fyrst vald. Martina Hansen er næstvald við 68 atkvøðum,og Eyð Matras er triði limur í nýggja skúlastýrinum við 59 atkvøðum. Eykavald vóru Magnus Arge við 53 atkvøðum og Ingrid Hayfield Eysturdal við 30 atkvøðum.

Í skúlastýrinum við Ziskatrøð sat Ella Heinesen sum formaður seinasta valskeið, meðan allir limirnir í skúlastýrinum við Ósánna eru nývaldir. Tó sat Símun Gullaksen sum eykavaldur seinasta valskeið.