Í morgin klokkan 15.30 leggur Føroya Sanglærarafelag nýggja sangbók fram í Norðurlandahúsinum. Bókin hevur heitið SYNG og er úrslitið av verkætlanini Skúlasangbókin, sum fór av bakkastokki í 2008.
Zacharias Sørensen, Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri, og Jógvan á Lakjuni, fyrrverandi mentamálaráharri fara at siga nøkur orð, og sungið verður úr nýggju sangbókini.
Nøkur av teimum, sum spæla og syngja fyri, eru barnakór við Joannu Johansen sum leiðara, Unn Paturson og Ingun Hentze við næmingum úr 6. flokki í Kommunuskúlanum í Havn.
Høvi verður at ogna sær bókina / bøkurnar aftaná framløguna.
Útgávan er í tveimum:
SYNG tekstir, sum bara hevur tekstir, og SYNG nótar og tekstir, sum eisini hevur nótar, teir flestu við talsetingum.
Í SYNG eru 456 sangir. Allir uttan teir norðurlendsku tjóðsangirnir eru á føroyskum máli. Her eru sangir úr gomlu føroysku sangmentanini, heilt nýggir sangir og eitt breitt úrval av tí kenda og nógv sungna. Ein lítil fjórðingur av tekstunum hevur ikki staðið í føroyskum sangbókum áður, og ein triðingur av løgunum stendur fyri fyrstu ferð á prenti í SYNG nótar og tekstir.
Bókin er býtt upp í sangevni og hevur fleiri yvirlit at leita í.
Ein arbeiðsbólkur mannaður við fólkum, sum øll eru sanglærarar, hevur gjørt eitt umfatandi arbeiði at finna sangir, sum skuldu gera sangbókina viðkomandi og fjølbroytta. Tey eru: Pauli Hansen, Ingun Hentze, Annika Restorff Holm, Eyðun á Lakjuni, Marta á Lakjuni og Zacharias Sørensen.
Leitað hevur verið í gomlum sangbókum og lesibókum, og lurtað hevur verið eftir nærum øllum føroyskum sangtilfari á bondum, plátum og fløgum. Tey hava harumframt heitt á fólk um at koma við uppskotum. Felagið skipaði í 2008 fyri sangkapping, m.a. til tess at fáa nýggjar sangir at seta í bókina. Fitt av sangum kom inn, og 20 av teimum eru við í bókunum.
Ætlanin við SYNG er at menna føroyska sangin hjá børnum, ungum og vaksnum. Hon er ein frískligur íblástur til sangin í skúla, heimi og frítíð.