FSF boðaði í vikuni frá, at frá 2009 verður tað sveisiska felagið Kentaro, sum hevur sjónvarpsrættindini til føroysku landsdystirnar.
Avtalan er galdandi fyri komandi undankappingar um EM og HM.
Í hesum tíðarskeiðinum, frá 2010 til 2014, fær sveisiska fyritøkan rættin til at víðariselja sjónvarpsmyndirnar frá øllum heimadystum hjá føroysku landsliðunum. Í avtaluni er eisini rættindini til at selja lýsingar kring leikvøllin.
FSF-forsetin Høgni í Stórustovu sær fram til nýggja samstarvið við Kentaro:
- Kentaro er ein av undangongufyritøkunum innan sítt øki í heiminum, og eg ivist ikki í, at avtalan verður til gagns fyri føroyskan fótbólt, sigur Høgni í Stórustovu, FSF-forseti.