Nýggj ÍSF-síða

Ítróttarsamband Føroya hevur nú fingið nýggja heimasíðu. Talan er um eina síðu, har valmøguleikarnir eru væl fleiri, enn teir vóru á fyrrverandi síðuni, sum ikki var serliga nútímans. Eitt nú eru ymsu menu’irnar væl sjónligari, og tað er bæði skjótt og leit at leita á síðuni eftir hesum. Enn sum áður er slóðin til heimasíðuna, www.isf.fo.