Danmark: Ein nýggj virus, sum gevur vanskapt lomb er komin fram í norðureuropeiskum londum. Danskir granskarar fylgja væl við gongdini, tí sjúkan smittar á sama hátt sum ein eins hervilig neytasjúka, ið áður rakti Danmark.
Nýggja sóttin kallast Schmallenberg-virusin og eitur eftir týska býnum, hagani hon varð staðfest á fyrsta sinni í november mánaði í fjør. Síðani er virusin staðfest í Hálandi og Belgia.
Enn er einki tilfeldi staðfest í Danmark, men mett verður kortini at sóttin kann raka her, eins og neytasjúkan Blue tongue sum rakti landið í 2007. Mett verður, at henda nýggja sóttin ferðast á sama hátt sum henda, og tí fylgja menn og bóndur væl við gongdini.
Sóttin rakar serliga seyð, men er eisini sædd hjá neytum og geitum, við tað at lomb og kálvar teirra verða deyðføtt og vanskapt, ella eru so veik, at tey ikki eru ment at súgva.
Enn er ikki staðfest, um Schmallenberg-visurin kann ávirka menniskju, skrivar danska tíðarritið Ingeniøren.
(Mynd: Vanskapningar av slíkum slagi sermerkja djórini, ið fáa Schallenberg-virusið)