Kendi útvarpsmaðurin, Janus Mohr, fer í morgin undir nýggja sendirøð á Rás2. Talan er um stuttar sendingar við heitinum, Føroyar, Mítt Land, sum verða sendar hvønn gerandisdag Mánamorgunin fer nýggj sendirøð í luftina á Rás2. Røðin snýr seg um hendingar, støð, persónar og viðurskifti, sum hava við Føroyar at gera. Tað er kendi útvarpsmaðurin ígjøgnum nógv ár, Janus Mohr, sum eigur hugskotið og samskipar sendingarnar.
Talan er um heilt stuttar sendingar upp fimm minuttir, sum verða endursendar klokkan níggju um morgunin og klokkan 10 og 11 um kvøldið. Tær verða skipaðar soleiðis, at ein persónur fær ella sjálvur kemur við einum evni, sum viðkomandi hugleiðir um. Onki mark er fyri, hvat evnið kann vera, bara tað hevur nakað við Føroyar at gera.
Janus Mohr sigur, at íblásturin til sendingarnar kemur frá Danmarks Radio, sum í meiri enn 20 ár hevur koyrt sendirøðina, tey kalla »Danmark kort«.
- Eg hugsaði, at hetta átti at vera ein sera vælegnaður leistur at gera sendingar eftir her hjá okkum, sigur Janus Mohr, sum longu hevur hugskot til eini 200 sendingar, harav ein fjórðingur er avtalaðar við ymisk fólk at gera. Tær fyrstu nógvu sendingarnar eru longu upptiknar og klárar at senda.
Janus Mohr, ið sjálvur hevur gjørt fleiri av sendingunum, leggur dent á, at hann fegin vil hava samband við fólk, sum hava hugskot til evni at taka upp. Hann vísir á, at tað stórt sæð onki mark er fyri, hvat sendingarnar kunnu snúgva seg um. Bara talan er um hendingar, støð, persónar ella viðurskifti, sum hava við Føroyar at gera.