- Tað er eingin loyna, at vit hava fingið íblástur til Okkara Sangbók frá hinum sangbókunum Grønu Sangbók og Føroya fólks. Men vit ætla okkum ikki beinleiðis at leggja okkum á tær, og hava vit tí gjørt nýggju sangbókina eitt sindur øðrvísi.
- Eitt nú hava vit útlendskar sangir við. Slagarir, ið verða margfaldaðir í sanghefti til veitslur. Men sjálvandi hava vit eisini allar teir kendu føroysku sangirnir við í Okkara Sangbók, sigur Ernst S. Olsen, fyriskipari.
Hugskotið til nýggju sangbókina kom fyri nógvum árum síðani, men fyrireikararnir fóru ikki miðvíst til verka fyrr enn í februar í ár. Síðan tá hevur Ernst S. Olsen arbeitt burturav við bókini.
- Øll hava verið sera positiv, tá tey hava frætt um nýggju sangbókina. Tað, sum fyrst og fremst hevur sett hana í gongd, er stóri eftirspurningur eftir Grønu Sangbókini. Hon varð útseld á marknaðinum fyri nógvum árum síðani, og síðan tá hevur tørvurin verið sera stórur. Tí hava vit valt at gjørt eina nýggja sangbók, sigur Ernst S. Olsen.
- Men eisini hava vit lurtað eftir, hvat fólk syngja til veitslur, og hvat Útvarpið spælir. At byrja við høvdu vit ein sera stóran bunka av sangum, men síðan hava vit eftir besta førimuni roynt at raðfest, greiðir Ernst S. Olsen frá.
Um 300 sangir verða í nýggju sangbókini. Nýggjar besiffringar (til fylgispæl), ið hóska væl til felagssang, eru gjørdar til allar sangirnar. Og eisini hava allar sangbøkurnar spiral og eitt gott innihaldsyvirlit, sum stendur í stavrað.
FAKTA
Sangbókin er í alt býtt upp í fýra partar, men aftast í bókini er somuleiðis ein uppseting av gittaragrebum.
Partarnir verða kallaðir soleiðis:
FAKTA
Í høvuðsheitum standa hesir menninir aftan fyri Okkara Sangbók:
Ernst S. Olsen, samskipari
Magni Olsen, ráðgevi
Súni Danielsen, tónlistaligur ráðgevi