Nýggj samgonga í Íslandi

Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, hevur í dag heitt á Geir H. Haarde, forsætismálaráðharra, um at samráðast við Samfylkingina við tí endamáli at skipa meirilutastjórn Seinnapartin í dag verður farið undir formligar samráðingar at skipa nýggja stjórn í Íslandi. Tað eru Sjálvstaðisflokkurin og Samfylkingin, ið fara undir formligar samráðingar.

Fyrrapartin var Geir H. Haarde, forsætismálaráðharri, hjá Ólafi Ragnar Grímsson forseta. Undan fundinum var greitt, at stjórnarsamstarvið millum Sjálvstaðisflokkin hjá forsætismálaráðharranum og Framsóknarflokkin ikki fer at halda fram. Hesir flokkarnir hava verið í samgongu í tólv ár.

Ólafur Ragnar Grímsson heitti fyrrapartin á Geir H. Haarde um at samráðast við Samfylkingina um stjórnarsamstarv.

Formaðurin í Samfylkingini, Ingibjørg Sólrún Gísladóttur, og Geir H. Haarde, forsætismálaráðharri, hava longu havt fleiri óformligar samrøður um møguligt stjórnarsamstarv.

Í Íslandi verður roknað við, at tað ikki fara at ganga nógvir dagar, áðrenn nýggja stjórnin fer at síggja dagsins ljós.

Inntil nýggj stjórn er skipað, heldur gamla stjórnin fram sum starvsstjórn.

Altingsval var leygardagin í síðstu viku.