Jákup Sverri Kass
????????????????
Hvør ið hevur skylduna av at val varð útskrivað, kunnu vit keglast um í allar ævir. Onkur setur ultimatum, og onkur vildi ikki lata við seg koma. Men veruleikin er sera greiður - vit hava fingið eitt "systemskifti" í føroyskum politikki. Vit hava fingið eina samgongu ímillum tríggjar av teimum stóru flokkunum, og spennandi verður at síggja, hvussu tað fer at ganga. Vónandi er útbrotið hjá Hans Paula Strøm og manglandi samskifti í samgonguni bert ein byrjunartrupuleiki.
Í prinsippinum vildi eg gjarna sæð tí gomlu samgonguna hildið áfram, men hyggur ein at teim mongu áhaldandi persónligu innanhýsis stríðunum, sum vóru, so er spurningurin, um Føroya fólk ikki hevur brúk fyri eitt sindur av friði á politiska økinum. Føroya fólk hevur helst brúk fyri at gerandispolitikkur aftur verður førdur, og at sjálvsstýrismálið (sum nú liggur í einari fastari legu) fær tíð at búnast.
Politikkur er annað enn áhaldandi kegl um loysing ella samband. Sjálvsstýrispurningurin skal loysast her á landið, áðrenn øll onnur skulu blandast uppí. Sjálvandi skulu vit arbeiða fram ímóti einum føroyskum sjálvstýri, men pláss má eisini verða fyri øðrum á politisku dagsskránni.
Spennandi verður at síggja, um andstøðuflokkarnir eru búnir at føra ein konstruktivan og mennandi andstøðupolitikk, ella um tað verður tað gamla, at andstøðan skal atkvøða ímóti samgonguni, við teirri grundgeving: "Tað hevur man altíð gjørt". Eg vóni veruliga, at føroyskur politikkur er komin longri enn tað.
Vónandi megna anstøðuflokkarnir at skifta plátuna frá konfrontatiónsleiðini, til eina nýggja konstruktiva leið. Eina leið, sum kann merkja, at samgonga og anstøða kann semjast um at standa saman um mál, sum hava týdning fyri menningina av øllum landinum. Vit hava brúk fyri langtíðar ætlanum. Tað ber ikki til, at vit fjórða hvørt ár skifta leið, tí at onkur annar kemur til valdið.
Uttanlands kenna vit langtíðar ætlanir og langtíðar semjur - vónandi letur bæði andstøða og samgonga við seg koma, soleiðis at vit kunnu leggja eina kós, sum røkkur longur enn fýra ár. Tað skylda landsins kosnu umboð veljarunum.
Við sjálvstýriskvøðu.