hárfríðkan
Marian, sum sjálv er úr Vestmanna, varð í 2003 útlærd hjá Tótu í Havn, men seinastu tíðina hevur hon klipt á Bronx í Havn.
Frá mánadegnum verður hon tó egin harri á Hornavegi í Vestmanna, tá hon letur upp í nýinnrættaðu hølunum.
Umframt at hava salong í Vestmanna, fer Marian tó framvegis eisini at klippa í Havn, har hon hevur gjørt samstarvsavtalu við Look á Landavegnum.
Nú Marian letur dyrnar upp, verður móttøka í nýggju hølunum í Vestmanna, og verður hendan í dag frá kl. 16-19.
Eisini hevur salongin egna heimasíðu, og er hendan at finna á slóðini, www.royal.fo.