Nýggj sálmabók

.

Føroyskt Kirkjumál hevur givið út nýggja sálmabók. Hóast innihaldið er tað sama sum í sálmabókini, sum kom í 1989, so er tað nýggja endamálið við hesi útgávuni, at hon er prentað við stórum stavum, so at teksturin er lættari at lesa hjá teimum, sum síggja illa.

Eitt annað nýtt eru lagatilvísingarnar undir hvørjum sálmi. Tær eru til ta nýggju føroysku lagabókina, Sálmaløg Føroya kirkju. Hon skuldi verið komin út fyrr í ár og í seinasta lagi fyri 1. sunnudag í advent, men hon er tó ikki komin. Hon verður tó latin til prentingar fyri jól.

Afturi í bókini er eitt yvirlit, har numrini í lagabókini og tónaskald ella hvaðan lagið stavar er upplýst til hvønn sálm.

Innihaldið í sálmabókini er sjálvandi óbroytt. Men tað hevur verið høvi til at rættlisið hana væl og virðiliga. Bókin kostar 215 krónur.