Nýggj ruta beinleiðis til Teesport

Sum partur av størsta rutukervi í Norðuratlantshavi kann Skipafelagið Føroyar nú bjóða føroyskum útflutningsfyritøkum eina flutningstænastu, sum setir eina heilt nýggja dagsskrá fyri vinnulívið. Flutningskervið verður nú víðkað enn meira - við sigling beinleiðis úr Føroyum til Teesport, sum liggur beint sunnanfyri Newcastle í Onglandi

Farmaflutningur

Tórheðin Jensen, sølustjóri, sigur, at fráferðin á nýggju farleiðini verður seint fríggjadag úr Havn, og skipið verður frammi í Teesport sunnumorgun.
- Við hesi rutu verður møguligt at levera fisk og aðrar vørur í Stórabretlandi og Boulogne í Fraklandi tíðliga mánamorgun, sigur hann.
Nýggja farleiðin hjá Skipafelagnum Føroyar verður væntandi sjósett 27. mai, og fer felagið í næstum at boða øllum sínum viðskiftafólkum frá nýggju flutningsmøguleikunum.
Men hvørjir eru so fyrimunirnir við at nýta hesa rutu?
- Við at sigla við bingjuskipi beinleiðis til Teesport, lata vit upp fyri fleiri valmøguleikum í samband við flutning til Stórabretlands og Fraklands. Vit hava lagt okkum eftir at hava eina góða loysn til eitt nú flakatrolarar, og verður transittíðin fyri fullar bingjur nú bert tveir dagar
Tórheðin Jensen sigur, at við rutunum til Teesport og Scrabster, sum eisini fer at halda fram, hevur Skipafelagið við hesum eina heildarloysn, bæði tá ið ræður um frystan og feskan fisk við stuttari transittíð.
- Rutan til Teesport er soleiðis ein víðkan av verandi rutu til Rotterdam. Skipini fara framyvir at sigla úr Føroyum um Teesport til Rotterdam, ið er ein av størstu bingjuhavnum í heiminum.
Sølustjórin vísir á, at Skipafelagið Føroyar við hesum bjóðar føroyskum útflytarum góðar møguleikar til víðari flutning um allan heimin.