Reiðaríið Scandlines, sum danir og týskarar eiga, er rættiliga farið at leggja ferjusiglingina í Eystrasalti undir seg. Scandlines eigur 27 ferjur og hevur nú 19 ymsar rutur.
Scandlines hevur havt rutusigling millum Danmark og Týskland. Fyri tveimum mánaðum síðani byrjaði felagið nýggja rutu til Finnlands, og í morgin fer eitt av skipunum hjá reiðarínum á fyrsta rututúrin millum Svøríki og Letland. Gongst sum ætlað fer Scandlines eisini at skipa rutusigling til Sankta Pætursborg, Pólands og Kaliningrad.
Nýggja rutan millum Svøríki og Letland er millum Nynæshamn og Ventspils. Stjórin í Scandlines, Ole Rendbæk, sigur við Jyllandspostin, at tey hava valt Nynæshamn sum svenska havn, tí haðani er stutt til Stockholm. Ventspils er størsti havnarbýurin í Letlandi , og býurin hevur gott samband við tann russiska marknaðin. Harumframt hava russar í mong ár nýtt letlendska býin sum oljuavskipingarhavn.