Tórshavnar kommuna hevur broytt skipanina við ruskposum til húsarhaldsburturkast. Heldur enn at leggja ein posa við hvørja skrellispann, tá hesar verða tømdar, fáa húskini nú eina rullu við 28 posum um hálvárið. Hava húskini tørv á fleiri posum, ber til at nýta vinnuposar, ið kommunan eisini heintar. Vinnuposar kunnu keypast í handlum í býnum. Aðrir posar verða ikki heintaðir, og fleiri posar verða ikki útflýggjaðir ókeypis. Hartil hava stór húski – t.e. húski við í minsta lagi fimm fólkum – rætt til tvær rullur tvær ferðir um árið.










