Jákup Sverri Kass, lesandi útiseti:
- Eg ynski, at tað fer at ganga væl hjá familju, vinum og kenningum í komandi ári. Tað hevði heldur ikki gjørt tað heila verri, um tað gekk hampiliga væl til royndirnar í januar; og at tann brúkti bilurin, sum vit fara at keypa fer at koyra so rímiliga væl, tí skil fyri motorum havi eg slett ikki.
Rani Nolsøe, tónleikari og valevni:
- Eg havi onki persónligt ynski, men eitt politiskt. Eg ynski, at arbeiðið hjá sjálvstýrissamgonguni, sum júst er farin frá, hevur styrkt sjálvstýrishugburðin hjá føroyingum so mikið, at arbeiðið fyri Føroya sjálvstýri kemur styrkt úr valinum tann 20. januar
Tróndur Djurhuus, menningarstjóri á Føroya Tele
Eg ynski mær, at føroyingar í januar velja eitt visionért løgting og eitt virkið landsstýri, sum eru sinnað at arbeiða fyri føroyskum sjálvbjargni. Eina leiðslu, sum ásannar, at sjálvbjargni ikki verður framt við veitslurøðum, men við hvørjari einstakari atgerð, sum eggjar heldur enn tálmar teimum skapandi kreftunum í landinum. Eitt løgting og
eitt landsstýri, sum samstarva um høg mál heldur enn at drukna í mannminkandi persónligum kegli, sum er púra óviðkomandi fyri borgaran.
Stutt sagt ynski eg øllum føroyingum eitt skilagott 2004.
Magni Arge, stóri í Atlantsflogi:
- Eitt tað fyrsta, sum kemur mær til hugs, tá eg hugsi um 2004, er at eg ynski, at vit fáa eina stabila framgongd í búskapin. Tað er tað, sum liggur mær fremst í sinninum. Eg kundi sjálvandi nevnt onnur ynski, men hatta er sum sagt tað fyrsta, sum kom mær til hugs.
Katrin Olsen, stud.med. og róðrarkvinna:
Fyrst og fremst ynski eg frið á jørð og alt gott fyri familju og vinir, at øll liva væl og hava tað gott. Fyri meg sjálva hopi eg at sleppa undan skaðum og sjúku, so at grundarlagið fyri einum góðum róðrarkappingarári er sum best. Ein dreymur um medalju um hálsin lúrir, men eg veit, at fyri at dreymurin skal gerast veruleiki, skal arbeiðast hart og málvíst. Har skal meira enn held og ynskir til. Styrki og dirvi til at fara eftir dreyminum er nokk tað, eg ynski skal fylgja mær.
Sonja Jógvansdóttir, blaðkvinna:
Tja nýggjársynski, tað ljóðar helst gott at siga "friður á jørð og í menniskjum góður tokki".
Tað er mítt ynski fyri heimin.
Persónliga vóni eg, at eg kann missa fimm kilo, tí so ivist eg ikki í, at eg verði nógv, nógv lukkuligari. Nei tvætl, kanska kundi eg verðið eitt sindur meir árvakin, tá ið eg eri saman við fólki. Fái mangan skotið í skógvarnar, at eg ikki eri tilstaðar í hugaheiminum, tá ið vinir og familja tosa við meg. Summi teirra halda, at tá eg fari undir grønu torvu, skal eg malast til sovitablettir.
Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn:
Mítt persónliga nýggjársynski er, at eg megni at leggja sigarettirnar fullkomiliga á hillina.
Og á tí heimliga partinum ynski eg, at eg fari at hava meiri tíð til at vera saman við familjuni.
Politiska ynskið er, at man fær eitt breitt samstarv millum limirnar, og at man arbeiða í sátt og semju býnum til frama, hóast komandi ár er valár, sum ofta er merkt av valskriða.
Steintór Rasmussen, tónleikari og ikki valevni:
Við ársskiftið er tað oftani so, at ein roynir at hyggja frameftir og seta sær nøkur mál.
Og soleiðis verður tað helst eisini í ár.
Eg vænti, at 2004 fer at gerast eitt spennandi og ríkt Frændur ár við nýggjum sangum, útgávum og konsertum. Harafturat er tað eisini ætlanin, at Kular Røtur lata frætta frá sær í nýggja árinum.
Eisini havi eg eitt ynski um, at ungu sangfuglarnir Brandur Enni og Kristel Lisberg fáa luft undir veingirnar og koma at gera vart við seg uttanlands. Tað hava tey og ikki minst heimurin uppiborið.
Mín vón er eisini, at Terji Rasmussen kemur syngjandi inn á ting, og hann saman við hinum fólkavaldu pallseta ein góðan mentanarpolitikk. Eisini at føroyingar stevna fram á frælsiskós og amerikanar fáa ein góðan demokratiskan forseta.
Mest av øllum ynski eg eitt friðarligt ár, og tað verða nógvar ríkar løtur saman við familjuni.
Brandur Enni, tónleikari og ikki valevni:
At eg einaferð í komandi ári fari at geva eina góða, nýggja fløgu út, sum verður nógv at hoyra í Føroyum, men sum eisini fær útlandið at vakna.
Sjálvur fari eg at arbeiða miðvíst við sangi, tónleiki og dansi og mín vón er, at fáa góðan stuðul í mínum arbeiði.
Harafturat síggi eg fram til nógvar spennandi upplivingar í 2004. Eg vóni at røkka uppaftur longri enn higartil, og at tað verða fleiri tiltøk og avbjóðingar á skránni.
Annars vil eg takka fyri eitt sera gevandi og læruríkt ár. Mítt ynski er, at kunna vera vælnøgdur við meg sjálvan og tað, sum er komið burturúr, tá vit aftur taka samanum við árslok 2004.
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík:
Fyrst og fremst ynski eg, at tað verður arbeiði til allar hendur. At tann gongdin, sum býráðið hevur lagt nógva orku í, heldur fram við tí úrslitið, at Klaksvík fjølgast bæði hvat fólkatalið og viðvíkjandi eins og á øðrum økjum.
Birgir Sigurðsson, sangari og lesandi útiseti:
Mítt nýttársynski 2004 er, at eg nýti meira tíð saman við Gudi, mær sjálvum, mínari konu, og familju og vinum. Harafturat at eg passi mína skúlagongd, sum eg ikki havi megnað seinastu tíðina. Til síðst ynski eg at nýti restina av tíðini uppá mín stóra áhuga: sang og tónleik.
Terji Rasmussen, tónleikari og valevni:
Mítt nýggjársynski er stutt og greitt. Eg ynski, at Sjálvstýrisflokkurin kemur inn á ting.
Gunnar Nolsøe, marknaðarleiðari:
Globala ynskið er, at heimurin gerst meiri friðarligur og tolerantur, meðan fremsta heimliga ynskið er, at tað skal gangast familju, vinum og starvsfeløgum væl í 2004.









