Nýggjársupphiting á Tvøroyri

Tann 30. desember verður skipað fyri sonevndari nýggjársupphiting í Pubbini á Tvøroyri.

Tá fara brøðurnir Tróndur og Brandur Enni á pall saman við Una R. Debess.

Allir eru kendir sum tónleikaúrmælingar.

Til tiltakið á Pubbini verður talan um róligan tónleik, so løtan kann njótast.

Tiltakið er frá klokkan 22 til 01.