- Tað er alt eftir, hvat tú leggur dent á. Løgmaður bar eina heilsan, sum vildi øllum væl, og tað hóskaði seg væl á hesum degnum. Men tað var ov lítið politiskt innihald í røðuni, og hann grundgav ikki fyri tí, hann segði.
Tað sigur andstøðupolitikarin Poul Michelsen, formaður í Framsókn, um nýggjársrøðuna hjá Kaj Leo Johannesen, løgmanni.
Løgmaður segði í sínari nýggjársrøðu, at vælferðin verður einans tryggjað við at tillaga samfelagið til avbjóðingarnar, sum broyttar umstøður seta okkum, og at eitt hvørt samfelag krevur ábøtur. Poul Michelsen, sum fleiri ferðir hevur funnist at stevinum hjá samgonguni, undrast á, at løgmaður ikki nevnir høvuðsvinnu okkara, fiskivinnuna. Kommunubygnaðurin er einasti reformurin, sum verður nevdur.
- Tað verður ikki sagt eitt orð um fiskivinnuna, og hvussu vit skulu forvinna hesar 400 milliónir krónurnar meira, sum Vinnuhúsið og onnur hava víst á, sigur Poul Michelsen.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, segði eisini í nýggjársrøðuni, at ríkisfelagsskapurin hevur prógvað sítt virði. Tað skilir formaðurin í Framsókn ikki.
- Hann grundgevir ikki fyri hasum. Hann nevnir einans, at heildarveitingin úr Danmark skal prístalsviðgerast. Er niðurstøðan tann, at ríkisfelagsskapurin snýr seg fyri so vítt bara um, hvussu nógvar pengar, vit fáa frá dønum? Eg skilji ikki, hvat hann meinar við, tá hann sigur, at ríkisfelagsskapurin hevur prógvað sítt virði, sigur Poul Michelsen, sum heldur, at tað er beinleiðis arrogant av løgmanni, at hann ger millum lítið og einki burtur úr nýggju skattaskipanini í sínari røðu.
- Løgmaður sigur, at landsstýrið hevur valt at skatta pensjónir við inngjaldi heldur enn við útgjaldi fyri at økja inntøkurnar hjá landskassanum. Punktum, einki meira. Samgongan hevur provokerað og spjatt sundur føroyska fólki við hesari ætlanini. Tað er nógvar óvissur, fólk kenna seg ikki trygg, og eingin dugir at siga, hvørjar avleiðingarnar av hesum verða. Tað er arrogant at siga hatta, uttan at útdýpa tað. Hatta var betur ósagt, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn.
Hann vísir á, at forsætisráðharrar í øðrum londum nýta gylta høvið við nýggjársrøðuni at savna tjóðina, og at eggja borgarunum til at rógva saman við sær. Tað megnaði Kaj Leo Johannesen, løgmaður, ikki, heldur andstøðupolitikarin Poul Michelsen.
- Tað eru nógvar óvissur í hesum samfelagnum júst nú, og tað er nógv, sum kenna seg ótrygg við politisku kósina. Løgmaður slættaði ongan sjógv, og sannførdi ikki tey, sum eru ótrygg, at borgararnir eru í tryggum hondum, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn.