Bátafelagið á Toftum, sum hevur fá ár á baki, er í ár fyriskipari av tiltakinum, sum hevur heitið Nýggjársnátt á Svangaskarði. Høgni Waag Høgnesen í Bátafelagnum sigur við portalin, at seinastu árini hevur B68 skipað fyri, men hesaferð verður tað so Bátafelagið, ið skal leiða fólk inn í tað nýggja árið.
Hann sigur, at tá fólk hava sent rakettir og annað fýrverk, so letur B68-húsið upp umleið kl. 01.00, og tá fæst te, kaffi, køkur og fersk súpan. Sjálvandi skulu fólk eisini dansa inn í nýggjá árið, og til hendan dansin hava vit fingið Hjalta Skaalum og Regin Jacobsen at spæla góðan dansitónleik. Dansurin byrjar uml. Kl. 01.45
Høgni leggur afturat, at peningurin sum kemur inn fer óskerdur til Bátafelagið, sum júst í hesum døgum hevur bílagt eitt tjald, sum er 30 x 12 m stórt, ið verður karmur um tey tiltøk, Bátafelagið fer at fyriskipa í framtíðini, eitt nú Bátafestivalin, sum er á hvørjum ári.