Hóast Oyggjaleikir verða hildnir á Gibraltar í Miðjararhavinum, ber væl til hjá teimum, ið sita eftir her heima, at fylgja við í úrslitunum. Nú tað styttist til Oyggjaleikirnir fara í gongd, hava fyrireikararnir snikkað til eina snotuliga heimasíðu, har tað ber til at fylgja við í úrslitunum.
Heimasíðan hevur funkur til so at siga alt, ið ein kann hugsa sær at vita um leikirnar. Til ber at leita eftir íðkarum - bæði upp á tjóð og eftir ítróttargrein - umframt at forsíðan hevur yvirlit yvir samlaðu heiðursmerkini, skrá og føðingardagar. Eisini er yvirlit yvir methaldarar á Oyggjaleikum.
Oyggjaleikirnir í ár verða hildnir frá 6. til 12. juli, og til ber at vitja nýggju úrslitasíðuna her.











