Nýggjárskonsertin 1999

   

Árliga nýggjárskonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri verður í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið kl. 19:30. Sjónvarp Føroya sendir konsertina beinleiðis.

Nýggjárskonsertin er klassisk konsert í lættara endanum, har fólk hugna sær og syngja við. Konsertin er væl dámd og vanliga er tað eitt gott hugskot at vera í góðari tíð, um ein ynskir at ogna sær atgongumerki.

Á skránni er bæði kendur og minni kendur tónleikur. Lagt verður fyri við overturuni Italienarinnan í Algir eftir Rossini. Síðani kemur Romansa fyri violin og orkestur eftir Shostakovich við Sámal Petersen sum solisti, hin kendi Skoytuvalsurin hjá Waldteufel, Tango Jalousi hjá Jacob Gade og Champagne Galop hjá H. C. Lumbyr o.s.fr.


Manskór við

Manskór syngur m.a. Soldátakórið úr Faust eftir Gounod saman við orkestrinum. Sum vant verður eisini felagssangur. Umframt vanliga felagssangin Kom og dansa hjá Lehar, verður Nú náttin nemur við smærur eisini sungin sum felagssangur við orkestur fygispæli.

Martin Mouritsen stjórnar Føroya Symfoniorkestri og kóri.