2. jólakvøld skipar Kyndil fyri árligu nýggjárskonsertini. Aftur í ár verður talan um nakað av tí besta innan føroyskan tónleik. Men í ár er samstundis talan um eina sera nýskapandi nýggjárskonsert. Hetta avspeglar tað, ið hendir á føroyska tónleikapallinum, har hópin av nýggjum bólkum hava trinið inn á pallin og hava vunnið sær nógvar fjepparar. Luttakandi bólkar eru Páll Finnur Páll, Lama sea, SIC, The Dreams og The Story Ends feat. The Message. Harumframt verður dansibólkurin The Black and White Crew við og fer at undirhalda millum orkestrini.
Páll Finnur Páll
Páll Finnur Páll eru langt síðan vorðnir fólkaogn, teir hava heilt serlig evni at skriva fangandi og syngivið-vinarlig poppløg. Lagið Forelskaður Sjónleikari av fyrru fløguni hjá bólkinum er tað størsta popp hittið í føroyskum tónleiki seinastu nógvu árini. Á nýggju fløguni hjá bólkinum, fær rokkurin ein eitt sindur størri leiklut. Hetta klæðir tónleikinum væl. Ofta eru tekstirnir væl hinumegin tað vanliga, og ikki alt er borðbart. Eitt nú skýrdi ummælarin hjá Sosialinum fyri nøkrum árum síðan lagið Blottarar fyri at vera eitt lag, ið ongantíð átti at verið skrivað. Fleiri tekstir hjá teimum eru so ófantaligir, at teir ikki kunnu verða spældir í føroysku loftmiðlunum. Tað gerst so serliga langt úti, tí hesar ófantaligheitir verða bornar fram í fittum popphami. Men Páll Finnur Páll eru altíð frálíkir á konsertum. Teir eru stutt sagt ein av bestu føroysku tónleikabólkunum í løtuni.
Lama Sea
Lama Sea er Føroya glaðasti bólkur. Men teir eru eisini ein fantastiskur bólkur. Lama Sea hava eingi miðal hampa løg. Øll løgini eru hamrandi góð. Løg sum Fitti sangurin, Everything I touch turns into gold, He kicked my ass og Woody Allen eru so ræðuliga fangandi og glað, at teir altíð eru ein fantastisk uppliving. Hetta vístu teir eisini, tá teir spældu seg í Prix Føroyar semifinaluna og gjørdust nummar tvey í Global Battle Of The Bands. Teir eru Føroya glaðasti bólkur, og tá teir spæla kókar tað frammanfyri pallin, tað kókar av ovfarakáti.
SIC
SIC er Føroya besti deyðmálmsbólkur. SIC vórðu nummar trý í The Global Battle Of The Bands herfyri, men tað skilst, at tað einans vóru nøkur fá stig millum SIC, Lama Sea og Marius, sum vann. SIC hevur nýliga verið á konsertferð í Íslandi og hevur verið sera virkin í heyst. Síðan SIC skiftið út í manningini í vár, er bólkurin vorðin alsamt betur, og eru nú ein sannur veggur av deyðsmálmi. Í Mikkjal Gaard Hansen hevur bólkurin ein tann sterkasta oddamannin í føroyskum tónleiki.
The Story Ends feat. The Message
Navnið The Story Ends er spakuliga vorðið eitt kent navn í føroyskum tónleiki. Hetta er ein bólkur, sum spælir undarligan nýmótans rokk, eitt lítið sindur í stíl við Queens of the Stone Age, tó uttan at herma. Teir hava spælt nógv í ár, m.a. á G! og í GBOB. Gttarleikarin er garrvillur og plagar at renna runt og líkjast einum nýggjum Angus Young úr AC/DC. Hetta er ein øðiliga spennandi bólkur, og teirra serligi rokkur fellur vanliga eisini væl í oyrini hjá áskoðarunum. Á Nýggjárskonsertini verður bólkurin onkursvegna flættaður saman við lýsingarátakinum The Message, ið er Føroya penasti bólkur.
The Dreams
The Dreams gjørdu rættiliga vart við seg, tá teir gjørdust nummar 3 av 3.000 tónleikabólkum úr øllum Evropa í sendingini A Cut, sum bleiv send á MTV Europe. Tey, sum valdu bólkarnar út, vóru kenda amerikanska songkvinnan Anastasia og ein A&R umboðsmaður hjá plátufelagnum Sony. The Dreams vóru so væl umtóktir, at teir í januar eru bodnir yvir aftur til London at spæla eina sýnisgluggakonsert fyri Sony og øðrum plátufeløgum. Bólkurin spælir popp-punk, og løgini eru sera melodiøs og fangandi. Teir eru eitt sera gjøgnumført konsept bæði tá tað snýr seg um tónleik og um útsjónd.
The Black & White Crew
Nýggjárskonsertin verður hildin á tveimum pallum. Hetta er gjørt soleiðis, at sleppast skal undan keðiligum steðgum, tá pallskifti er, í steðginum fer Hip Hop dansibólkurin The Black & White Crew at undirhalda á minna pallinum, meðan tónleikabólkarnir gera klárt á stóra pallinum.
Black & White Crew hevur gjørt vart við seg á Árins Songrødd, Summarfestivalinum og Náttin er Ung. Hetta eru tríggjar gentur, ið dáma at dansa og hava funnið saman og stovnað dansibólkin. Fer kom á dansibólkin, tá tær dansaðu á dansigólvinum á einum DJ tiltakið. Ein av fyrireikarunum sá tær og bjóðaði teimum upp á pallin at dansa, síðan tá hava tær ongantíð hugt afturum seg.