Nýggjárskonsert við Frændum

Nýggjárskonsertini kemur afturíaftur í ár, eftir at hon ikki hevur verið seinastu tvey árini

Nú skal lív koma í aftur nýggjárskonsertina.

Nýggjárskonsertini hevur ikki verið hildin seinastu tvey árini, men fríggjakvøldið 29. desember kemur konsertini afturíaftur.

Tað verða Frændur, sum fara at spæla á ársins nýggjarárskonsert, og teir vera einasti bólkurin á konsertini.

Vanligt hevur verið, at fleiri bólkar hava spælt á nýggjárskonsertini, men í ár hava fyrireikararnir, sum er Kyndil, valt at brúka helst kendasta føroyska tónleikabólkin.

Seinast Frændur var á palli var á Ólavsøkukonsertini í ár, tá teir vóru stórliga fagnaðir av stórari áhoyrarafjøld.


Styrkja vaktarhaldið

Ítróttarhøllin á Hálsi hevur seinastu árini nokta fyri at hýst stórum konsertum, sum fara fram á náttartíð, tí konsertirnar fara so illa við høllini.

Tað hevur verið vanligt, at herverk hevur verið gjørt á høllina, bæði inni og uttan fyri, og til dømis hava toilettini ikki fingið frið.

Nú Kyndil sleppur í høllina at hava konsert verða harða treytir settar fyriskiparunum, sum eisini ætla at styrkja munandi um vaktarhaldið í og kring høllina.

Vaktarfólk fara alla tíðina at vera á toilettunum, so eingin ger seg inn á tey.


Ov lítið fólk

Fleiri enn 1000 fólk plagdu at vera til nýggjárskonsertirnar, tá tær vóru í høllini á Hálsi, men tá konsertin síðani fluttu í Badmintonhøllina, var ikki rúm fyri fleiri enn 700 fólkum.

Hetta gjørdi, at fyrireikararnir valdu at gevast við konsertini, tí hon gav einki.

Bæði í fjør og fyrraárið var sostatt eingin nýggjárskonsert, men nú høllini á Hálsi aftur vil taka ímóti konsertini, hava fyrireikararnir avgjørt at leggja til brots aftur.