Nýggjársbygdin mikla

Vágur er ofta nevnd framum aðrar, tá tað ræður um nýggjárshald. Longu í sekstiárunum tóku vágbingar stig til at hava nýggjársveitslur, skemt og ikki minst fýrverk, ið veruliga bragdaði.

Í ár er aftur stór skrá. Í morgun var morgunmatur í Billardhúsinum og allan dag og í kvøld og í nátt eru tiltøk á skránni. Skráin er henda:

Kl. 23.45 Kyndlagongan fer frá Vágs Skipasmiðju

Kl. 0.00 Bál á Tríkantinum og stórt fýrverk

Kl. 2.00 Stórur nýggjársdansur í Vágs Høll og í VB-húsinum. Í VB-húsinum spæla Norrøna-Dansband og í Vágs Høll spæla 005 v/Jonhild, Sunrid og Lív sum gestasangarum.