Nýggj Royndin Fríða flotað

Týsdagin flotaðu vágbingar nýggjan kappróðrarbát.

Vágs Kappróðrarfelag hevði stóran dag týsdagin, tí tá flotaði felagið nýggjan kappróðrarbát, Royndina Fríðu, sum Sámal Hansen, bátasmiður, hevur smíðað.

Nógv fólk var komið saman á Garðabrúgv í Vági, tá báturin varð flotaður.

 

 

Báturin varð flotaður, og síðani vendi báturin 3 ferðir á Vágsfirði, sum gamal siður er.

 

 

Vágs Kappróðrarfelag er væl fyri í løtuni, og hevur fleiri manningar við í kappingini í ár.

 

 

Bátar og manningar eru hesi:

 

 

Barnaróður, Svalan, gentur og drongir.

 

 

Royndin Fríða, gentur og drongir

 

 

Tofta Regin, 8 mannafar, menn 

 

 

Master, kvinnur, Smyril.

 

 

Á myndini sæst Royndin Fríða, tá hon varð flotað týsdagin, og á innsettu myndini síggjast bátar hjá Vágs Kappróðrarfelag, sum tóku ímóti nýggja bátinum.