Ferðamannaskipið Norrøna fór seinasta túrin úr Føroyum undan jólum í seinastu viku og er nú í Munkebo.
Norrøna siglir aftur til Føroyar 6.januar 2018.
Størsta ferðamannaskipið er í dokk, tí at ein nýggj roykreinsiskipan skal setast í. Norrøna hevur havt eina reinsiskipan, men hóast roynt hevur verið við tillagingum, so fekst hon ikki at rigga.
-Nú hava vit so avgjørt at seta eina nýggja skipan í, so skipið lýkur øll altjóða umhvørviskrøv við roykútlátinum, sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line.
Hann sigur, at meðan skipið er í dokk verður eisini vanligt viðlíkahaldsarbeiði gjørt, so Norrøna er klár til siglingina aftur í januar við fyrststa túri úr Danmark 6.januar.