Bókaútgáva
Á øðrum sinni gevur rithøvundafelagið út rithøvundabókina.
Rithøvundabókin er fyrst og fremst ei upplýsing um føroyskar rithøvundar. Soleiðis er hon sera hent hjá eitt nú skúlanæmingum, tá hesi kanska gera uppgávu, har slíkar upplýsingar eru hentar at hava, eins og hon er góð sum uppslag hjá teimum, ið vilja vita eitthvørt um navnið handan bøkur av alskyns slag.
Tað eru í nógvum førum rithøvundarnir sjálvir, sum í bókini lýsa seg og tað, sum tey standa fyri. Somuleiðis er dagførdur listi yvir tey verk, sum hesi hava verið við til at gjørt, eins og tað í nógvum førum eisini framgongur, hvar tað ber til at koma í samband við høvundarnar.
Tað er Zakarias Wang, sum hevur ritstjórnað bókini. Kápumyndina hevur Martin Joensen gjørt, og er tað Føroyaprent, sum hevur staðið fyri umbróting, prenti og innbinding.