Nýggj Rita bjóðast út

Mikudagin verður kunnandi fundur fyri nólsoyingum um nýggju rituna. Føroya Løgting hevur í ár játtað eina millión til at projektera nýtt

nólsoyarskip, ístaðin fyri Rituna, sum røkir Nólsoyarfarleiðina, og fyri Sam, sum røkir Kallsoyarleiðina

Arbeiðið við Nólsoyarferjuni er nú komið so mikið áleiðis, at kunnandi fundur verður í bygdarhúsinum í Nólsoy mikudagin klokkan 19.

Á fundinum verður uppskot um ferjuna lagt fram, og spurningar svaraðir. Orsøkin til, at talan í fyrsta umfari er um eitt uppskot, er fyri at hava møguleikan at tillaga ymiskt, um tørvur verður á tí.

À fundinum vónar Strandferðslan at fáa konstruktivar viðmerkingar til uppskotið um nýggja Ritu og síðani er ætlanin at gera projekteringina lidna, so at útbjóðingartilfarið kann gerast liðugt. Strandfaraskip Landsins væntar, at tað endaliga arbeiði við útbjóðingini verður liðug um ársskiftið. Í hesum sambandi er tað so upp til tann politiska myndugleikan at avgera um, ella nær peningurin verður játtaður ? hetta kemur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í Innlendismálaráðum at greiða nærri frá.