Nýggj reglugerð - Nýggir møguleikar at sleppa uttanum hana

Bæði BAR Honda og Minardi hava gjørt sær ómak fyri at sleppa uttanum nýggju reglugerðina. Fyrireikararnir noyðast at rannsaka seg sjálvar.

Reglugerðin fyri Formel 1 er nógv broytt í ár. Nógvar umfatandi broytingar eru gjørdar í aerodynamisku krøvunum. Hetta er fyrst og fremst fyri at gera formel 1 til ein bíligari ítrótt, so at eisini tey fátækaru liðini gerast kappingarfør.

Tíðskoyringin at avgera byrjunarstøðuna er nú í tveimum umførum. Leygardag seinnapart og aftur tveir tímar áðrenn sjálva koyringina. Byrjunarstøðan verður avgjørd eftir samanløgdu tíðini frá báðum umførunum. Hetta er gjørt, tí stór ónøgd var millum luttakararnar, at teir bert høvðu eitt umfar at vísa sína dygdir.

Liðini hava ikki loyvi at skifta dekk frá fyrstu tíðskoyring til endan av sjálvari koyringini. Regnar, kann undantak gerast. Punkterar eitt dekk ber til at skifta hetta dekkið. Hetta er eisini fyri at gera formel 1 bíligari.

Motorurin skal halda til tvær koyringar. Um bilurin ikki kemur á mál í fyrru koyringini er loyvt at skifta motor til næstu koyring. Eisini her eru tað fíggjarlig atlit sum eru tikin.

BAR Honda valdu at steðga
Bilarnir hjá BAR Honda vóru báðir uttan fyri stigini, tá teir nærkaðust málstrikuni í Melbourne í gjár. Teir valdu tí, ístaðin fyri at koyra um málstrikuna at koyra inn í Pit. Sostatt komu teir ikki á mál og kunnu skifta motor áðrenn næstu koyring. Teir hava við hesum ein fyrimun í næstu koyring. Í formel 1 fjølmiðlum verur gjørt eitt sindur gjøldur við hesum holinum í reglugerðini.

Minardi fyri Avstralskan hægsta rætt
Minardi liðið hevði ikki fíggjarligu orkuna at gera ein bil sum leik nýggju aerodynamisku krøvini. Teir spurdu tí hini liðini, um teir at sleppa at luttaka við einum ólógligum bili fyrstu trýggjar koyringarnar. Ferrari og Red Bull noktaðu at góðtaka hetta. Sostatt slapp Minardi ikki at luttaka.

Men eigarin av Minardi avstralski ríkmaðurin Paul Stoddart, fór til avstralska hægsta rætt, og bað um loyvi at luttakað hóast forboðið. FIA fekk ikki boð um hoyringina. Dómarin álegði FIA at Minardi slapp at luttaka.

Hetta hevur skapt mikla øsing, og FIA hóttir við at útihýsa Avstralia úr øllum motorítrótti. Tí tað kann ikki góðtakast at rætturin blandar seg í innanhýsis avgerðir hjá FIA