Í yvir 30 ár hevur Vágsbygd ligið á odda, tá um nýggjárshlad ræður. Hetta tykist eingin ivi vera um. Og eisini við árskiftið 1999/2000 var nógv gjørt burturúr, Aldarskiftið og byrjanin til nýtt túsundáraskeið settu dám á og ljós og buldur sermerktu vøkru náttarmyndina meira enn nakrantíð áður. Útvið hálvan tíma, ella meira, lýsti fyrverk og bál upp í Vági og brestirnir vóru nógvir.
Stór skrá
Veitsla, skemt, fýrverk og kyndlar og bál hava átt fastan lut í haldinum í Vági og so var eisini hesaferð.
Men longu klokkan 10 tann 31. desember 1999 hevði Vágs Kommuna morgunmatarborð vesturi í VB Húsinum, har eini 800 fólk fingu kaffi, rundstykkir og skrivaðu navn sítt í gestabókina, nú aldamótið nærkaðist.
Eftir hetta var standmynd avdúkað í Trýkantinum, sum nýggjársnevndin ognaði sær í 1972 og har bál og fýrverk síðani hevur verið.
Har er fríðkað um og virkið í Vági, ið ger trollemmar, hevur framleitt eina standmynd av trimum monnum við kyndli í hond. Á middegi helt Hans Joensen, vanliga róptur Hans í Líðini, røðu og avdúkaði standmyndina. Síðani var eldur festur í teir 3 kyndlarnar.
Henda minnisvarða eiga Vágbingar so til prýðis og minnis. Væntandi verða seinni gøtuljós sett í, har eldur var í kyndlunum.
Skemtarar gevast
Á kvøldi var stóra veitslan. Vanliga luttaka eini 300 fólk í VB húsinum, men hesaferð varð veitslan flutt í høllina, har eini 550 fólk sóu teir tiltiknu skemtararnar, ið hava staðið á pallinum seinastu 30 árini til nýggjársskemt. Robert, Niels Petur, Petur og seinnu árini eisini Arnfinn hava ótroyttiliga undirhildið og sett dám á við skemti og tættum. Á veitsluni hesaferð fingu teir frá fyrireikarunum Dennis Holm og Búa Dahl heiðursgávu og í hesum sambandi varð spurt, um nakað var í tíðindunum um, at teir unhugsa at gevast við skemtinum. Nakað greitt svar samdust teir ikki um, men møguliga hava teir staðið á palli fyri seinastu ferð á nýggjársveitslu.
Eisini kokkarnir fingu gávu, eins og maðurin, ið hevur staðið á odda øll árini, Mogens Dahl.
Eisini Rúni Brattaberg luttók á veitsluni. Hann sang stykki eftir Mozart, ið Niels Petur Nolsøe hevði føroyska. Ljómur sang við og Dorte Tilma leikaði tangentar.
Eftir veitsluna, umleið klokkan 22, savnaðust stór og smá til kyndlagongu, sum var longri og stórfingnari, enn nakrantíð áður. Kyndlarnir festu í bátin, ið stóð á bálplássinum og Hulduríman varð kvøðin, sum siður er.
Klokkan 02:00 var dansur við Hans Jacob og Vinmonnum og gekk dansurin til umleið klokkan 8 tann 1. januar ár 2000.