Jógvan Isaksen hevur aftur givið út eina krimisøgu, og høvuðsleikarin eitur nú ikki Hannis Mortensen, men William Hammer.
Hetta er tann fyrsta í tí røðini.
Bókin, sum er komin út í dag, eitur Tann fimti maðurin.
Eitt brot:
Flogfarið tók í vøllin og fór í einum øgiligum moldroki gresjandi niðan ígjøgnum hagan. Tá ið tað kom inn í tað grýtuta lendið, fóru steinar sendandi í allar ættir, neyðhurðar stukku upp, og rútar í hópatali fóru í knús. Larmur frá slitnaðum trykkluftslangum blandar seg við neyðarróp og skríggj frá ferðafólkunum. Hann hoyrir, hvussu flogfarið skrædnar, og síðani ein veldigur stoytur.
William Hammer er komin í starv hjá tí føroysku løgregluni og hevur fingið sína egnu deild í Skansahúsinum. Hann verður av danskari og bretskari fregnartænastu biðin um at finna ein skotskan veðurfrøðing, sum er horvin í Føroyum í 1970. Tað sigst, at hann var umborð á flogfarinum, sum datt niður í Mykinesi, men síðani sæst ikki farvegurin til hansara. Træðrir eru aftur til veðurmátingar í Føroyum undir 2. veraldar¬bardaga og til eina stóra vinnulívs¬fyritøku.