Nýggj Perla og Tórsgøta

Komandi Býráð hevur eftir mínum tykki eina moralska skyldu at fáa ílag eitt tónleikahús, eina nýggja Perlu.

Tað er nógv ungfólk ídag í Havn sum fáast við tónleik. Hesi venja í kjallarum og garagum men hava sjáldan høvi at spæla alment og sýna síni kynstur. Slíkt er spell og kan tað darva spælihuginum.

Gamla Vaskaríið í Tórsgøtu kundu verið ein byrjan til eitt tónleikahús við einum tónleikaumhvørvi har fólk kundi hugnað sær og ungir tónleikarar hava síni fyrsu framførslur.

Tað eru nógvir møguleikar i Tórsgøtu. Rio Bravo, Casablanca, Meiaríið, Pizzacafé eru longu har.

Fáa vit so Vaskaríið til tónleikahús fer enn meira lív og virksemi koma í hesa gøtu og í Vágsbotni.

Müllers Pakkhús eigur at verða ein fiskamatstova.


Johan Mortensen

valevni til býráðsvalið

fyri Tjóðveldisflokkin