Hetta upplýsir Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi. Hann sipar til, at tá leitiloyvi eru vorðin so og so gomul, tá fellur freistin fyri at kunna almannakunngera upplýsingar burtur. Hesin áhugi frá øðrum oljufeløgum enn teimum, sum eru virkin á føroyaøkinum í dag, kann fáa stóran týdning fyri eitt nú útbjóðing, sum stendur fyri framman. Petur Joensen vil ikki upplýsa, hvørji feløg talan er um, men sambart keldum hjá blaðnum, so hava fleiri av teimum stóru altjóða oljufeløgunum leingi sitið á síðulinjuni og fylgt oljutilgongdini við Føroyar, eitt nú franska Total, amerikanska ExxonMobile og kanadiska Petro Canada. (JM)