Nýggj oljufeløg áhuga fyri nýggjari útbjóðing

Fleiri oljufeløg, sum ikki eru við í oljuleiting við Føroyar í dag, vísa nú áhuga fyri at vera við í leitingini komandi árini. Jarðfeingi hevur fingið fleiri fyrispurningar um komandi triðju útbjóðing og hetta heldur stjórin har vera eitt gott tekin.

Tað sær ikki mætari út enn, at fleiri altjóða oljufeløg, sum ikki í løtuni eru virkin í oljuleitingini við Føroyar, nú standa og banka uppá dyrnar hjá okkara oljuumsiting, Jarðfeingi. Sigurð í Jákupsstovu, stjóri sær hesa positivu gongd sum eitt tekin um, at áhugi framvegis er fyri at gera íløgur í oljuleiting við Føroyar. Hann sigur, at tey hava fingið fleiri fyrispurningar frá oljufeløgum og her eisini feløgum, sum ikki hava loyvi her, um komandi 3. útbjóðing. Her er talan um áhugaverd feløg váttar hann. Tó vil hann ikki upplýsa nøvn. 3. útbjóðing er sett til at vera í byrjanini av seinasta ársfjórðingi í ár. Men innan ta tíð skal uppskot til eina nýggja útbjóðing leggjast fyri tingið. Hetta verður væntandi í ólavsøkutingsetuni. Men frammanundan skal fyrisitingin taka upp dialog við ymsar felagsskapir og stovnar, sum vara av fiskivinnu, umhvørvi, náttúru annars oø. Soleiðis at ein komandi útbjóðing ikki fer at nerva aðra vinnu og umhvørvi.

 

Atgongd til data

At oljufeløg longu nú koma við fyrispurningum um komandi útbjóðing sær stjórin á Jarðfeingi sum sera positivt. Tey eru sera áhugað í at fáa data og upplýsingar frá seismiskum og øðrum kanningum, sum eru gjørd í 90-unum og fyrst í ár 2000 – data, sum ikki longur eru fevnd av lógini um tagnaðarskyldu. Talan er nevniliga um stórar mongdir av data, sum nú eru frítt tilgongilig hjá øðrum. Sosialurin skilur frá keldum í oljuídnaðinum, at feløg, sum møguliga liggja framvið og hava áhuga fyri eini komandi útbjóðing kunnu vera onkur av teimum heilt stóru so sum ExxonMobile og Total. Bæði hesi feløgini eru virkin eystan fyri markið, og tað hevur eisini ljóðað, at tey hava víst áhuga fyri at keypa seg inn í nøkur av verandi loyvum á landgrunninum.

 

Ikki stórar broytingar í loyvistreytum

Nú nýggj útbjóðing stendur fyri framman er kortini ikki ætlanin at gera stórvegis broytingar í sjálvum loyvistreytunum. Sigurð í Jákupsstovu sigur, at tey fara ikki at broyta treytirnar, sum fylgja við loyvunum, stórvegis, tí tær eru góðar sum er. Tær broytingar, sum ætlanin er at gera, eru meira praktiskar fyri at gera arbeiðið hjá oljufeløgunum meira smidligt. Onkrar justeringar verða so gjørdar.