Jógvan Arge
Formaður í býarskipanarnevnd Tórshavnar Býráðs
?????????
Tann nýggi kommunubygnaðurin í Suðurstreymi krevur, at Tórshavnar Býráð leggur nýggjar ætlanir. Tann heildarætlan, sum í fjør varð løgd fyri menning av býnum komandi 25 árini, er fyri ein part óaktuell í løtuni.
Hetta kemst serliga av, at Kirkjubøar kommuna er løgd saman við Tórshavnar kommunu. Tað hevur við sær, at Tórshavnar kommuna hevur til taks eitt nógv størri lendi, enn hon hevði frammanundan, tá mark var millum gomlu Argja kommunu og Kirkjubøar kommunu.
Nú er hetta kommunumark burtur, og Tórshavnar kommuna fevnir um allan Suðurstreym - og Kollafjørð.
Tá heildarætlan varð gjørd í farnu setu, varð valt ikki at hava lendi vestanfyri Tórshavnar kommunu við í huganum, tá plánlagt varð. Tað merkti aftur, at meginparturin av menningini av miðstaðarøkinum við t.d. bústaðarøkjum, vinnuøkjum og trivnaðarøkjum varð ætlaður í Hoyvíkshaganum - tí lítið var at dúva upp á vestanfyri.
Hesin veruleikin er broyttur í dag. Nú finst minst líka nógv lendi vestan fyri sum norðanfyri, og í endurskoðanini av heildarætlanini, sum býráðið nú einmælt hevur sanmtykt, er høvuðssteningurin at fáa javnvág í framtíðarútbyggingina og meta um, hvussu teir nýggju møguleikarnir kunnu gagnnýtast til frama fyri kommununa og trivnaðin hjá borgarunum. Miðast skal samstundis eftir, at trivnaðurin og menniskjað verða í fokus.
Arbeiðið at endurskoða og víðka heildarætlanina er í tveimum liðum.
Í fyrra liðinum verður dentur lagdur á at raðfesta bústaðar- og vinnuøki í Vesturbýnum og økinum hjá gomlu Argja Kommunu við hartil hoyrandi møguleikum fyri trivnað við frílendum, spæliplássum, gøtum, ítróttarvøllum/hallum o.l. eins og atkomumøguleikum við vegum og brúm v.m. Miðað verður eftir, at hesin parturin verður liðugur til framløgu í oktober í ár.
Mett verður, at ein stórur partur av hagtalsliga grundarlagnum undir teirri ætlaðu endurskoðanini liggur í tí tilfari, sum hesi seinastu árini er fingið til vega og gjøgnumarbeitt í sambandi við ta heildarætlanina, sum býráðið samtykti í 2004.
Annar liðurin verður at gera uppskot um og ætlanir fyri, hvussu Tórshavnar kommuna kann skipa og nýta tær stóru víddir, sum kommunan er vaksin hesumegin Reynið við samanleggingini við Kirkjubøar kommunu. Her kann talan vera um øki bæði til trivnaðarendamál, bústaðarendamál, vinnuendamál o.a. Ætlanin er at hava hendan partin av arbeiðnum lidnan tíðliga í 2006.
Settur er ein stýringarbólkur við trimum limum úr byggi- og býarskipanarnevndini, býararkitektinum og býarverkfrøðinginum. Byggi- og býarskipanarnevndin verður javnan tikin við í ráðum, og ætlanin er eisini at skipa fyri dialogi við almenningin, áðrenn tann endurkoðaða og víðkaða heildarætlanin verður løgd fyri býráðið til endaliga samtykt.