Nú Jarðfeingi hevur latið upp fyri gomlum data frá leiting á landgrunninum vísir tað seg, at ?nýggj? oljufeløg vísa hesum ans og hava ynskt at fáa upplýsingar í framtíðini.
Hetta upplýsir Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi. Hann sipar til, at tá leitiloyvi eru vorðin so og so gomul fellur freistin fyri at kunna almannakunngera upplýsingar burtur.
Hesin áhugi frá øðrum oljufeløgum enn teimum, sum eru virkin á Føroyaøkinum í dag, kann fáa stóran týdning fyri eitt nú útbjóðingini, sum stendur fyri framman.
Petur Joensen vil ikki upplýsa, hvørji feløg talan er um, men sambart keldum hjá Sosialinum, so hava fleiri av teimum stóru altjóða oljufeløgunum leingi sitið á síðulinjuni og fylgt oljutilgongdini við Føroyar, eitt nú franska Total, amerikanska ExxonMobile og kanadiska Petro Canada. Sum skilst hava eisini stór útlendsk gassfeløg víst áhuga fyri Atlantsmótinum.
Sosialurin veit frá gassumhvørvinum í kolvetnisbýnum Aberdeen, at fyri góðum ári síðani bankaði franska gassfelagið Gas de France á dyrnar her um leiðir, og nú ljóðar, at eisini týska gasfelagið Ruhrgas fylgir gongdini á Atlantsmótinum, tvs. økinum millum Føroyar og Hetland. Hetta er í tráð við vaksandi týdningin, sum gasskeldur hava og fáa fyri framtíðar orkuveitingina á evropeiska meginlandinum. At stóru gassfeløgini fylgja leitingini við Føroyar er tí einki annað enn náttúrligt. Enn ein olju- og gassrisi, nevniliga Total arbeiðir við at útbyggja gasskeldur vestan fyri Hetland.