- Tað er ikki bara negativt, at føroyska makrelkvotan ikki varð uppfiskað longu tíðliga í heyst. Nú kvota hevur verið eftir, hava uppsjóvarskipini ligið longri á makrelinum, og nú kunnu vit staðfesta, at fiskiskapurin hevur hildið sær nógv longri, enn vit høvdu væntað.
Tað sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic á Tvøroyri, ið eisini er royndur skipari við uppsjóvarskipinum, Finni Fríða.
Hann vísir á, at nú vit eru í seinna helmingi av oktober, fáa skipini framvegis makrel í føroyskum sjógvi.
- Leingi hevur verið væntað, at fiskiskapurin fór at halda uppat, men hesir seinastu dagarnir hava víst, at makrelveiðan í løtum framvegis er brúkilig og góð, tá tað gongur best.
Bogi Jacobsen sigur, at seinastu dagarnar hevur eitt nú Tróndur í Gøtu landað á Tvøroyri. Tróndur hevði 650 tons, harav meginparturin av veiðini var makrelur. Atlantsfarið hevur eisini verið inni við 400 tonsum av makreli.
- Nú eri eg ikki fult uppdateraður um, hvussu vorðið er á fiskifeltinum í dag, men eg veit, at Finnur Fríði í løtuni hevur góð 500 tons inni av reinum makreli.
Sum skilst, liggur Christian í Grótinum eisini á Kollafirði við makreli, sum teir hava fingið seinastu dagarnar.
- Í øllum førum bendir mangt á, at makrelurin er ikki liðugur í føroyskum sjógvi enn, sigur stjórin á Varðanum Pelagic.
Bogi Jacobsen heldur ikki, at tað neyðturviliga er negativt, at føroyska makrelkvotan ikki er uppfiskað longu tíðliga í heyst.
- At tað hevur drigið út at fiska kvotuna, hevur eisini havt við sær, at skipini hava roynt og leitað longri út á heystið. Roknað hevur verið við, at veiðan fór at halda uppat longu fyri trimum ella fýra vikum síðan, men tað positiva er, at skipini framvegis kunnu gera góð hál og hava góða makrelveiði í føroyskum sjógvi.
Stjórin heldur avgjørt, at føroyskir myndugleikar hava fingið nýggj og góð kort á hondina í ár við tað, at fyrsta lastin við makreli varð landað longu í apríl, og nú oktober mánaði er farin at halla, fáa skipini framvegis makrel í føroyskum sjógvi.
- Jú, hetta eigur avgjørt at kunna brúkast til okkurt konstruktivt í samráðingunum við hini strandalondini um rættindini til makreltilfeingið, heldur Bogi Jacobsen.










