<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$0-hugsjónin
Landsstýrið legði tí uppskot fram um at áseta í ferðslulógini, at 0-hugsjónin (at eingin skal doyggja ella verða álvarsliga skaddur í ferðsluni) skal verða stavnhaldið fyri framtíðar ferðslutrygdararbeiðinum. Løgtingið samtykti uppskotið, og nú er uppgávan tí at seta í verk ítøkilig tiltøk, sum kunnu føra við sær at vit nærkast hesum stavnhaldi. Tað, sum ger hesa uppgávuna serliga avbjóðandi er, at ferðslan væntandi fer at vaksa nógv komandi árini.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Broytingar, sum eru framdar
Fleiri broytingar eru í hesum samgonguskeiðnum gjørdar í ferðslureglunum. Týdningarmesta broytingin er helst, at koyrikortið nú verður frádømt treytaleyst, um bilførarar koyra alt ov skjótt. Fyri persónbil- og motorsúkkluførarar merkir hetta m.a., at um teir koyra skjótari enn 110 km/t, har vanliga hægstamarkið er 80 km/t, verður koyrikortið frádømt treytað, og teir skulu upp til nýggja koyriroynd. Harumframt missa førarar, sum koyra skjótari enn 130 km/t koyrikortið á staðnum. Vit hava longu sæð fleiri dømi um, at koyrikortið er tikið á staðnum, tá fólk hava koyrt ov skjótt, og vónandi fara herdu reglurnar at viðføra, at fólk hugsa seg um, áðrenn tey trýsta ov nógv á speedaran.
Harumframt er nýggj koyrikortkunngerð sett í verk, sum hevur hert krøvini til koyrifrálæruna, umframt at aðrar broytingar eru gjørdar.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Broytingar, sum verða framdar
Størsta einstaka broytingin, sum ætlanin er at fremja, er ein klippikortskipan fyri frádøming av koyrikortinum. Hetta merkir, at fremur tú ávís brot á ferðslureglurnar, t.d. brýtur treytaleysa víkiskylduna, fært tú eitt klipp í koyrikortið, sum verður skrásett hjá løgregluni. Fært tú 3 klipp í einum 3 ára tíðarskeiði, verður koyrikortið frádømt treytað, og tú skalt upp til nýggja koyriroynd. Ætlanin er eisini, at strangari reglur skulu vera fyri bilførarar, sum nýliga hava fingið koyrikort, so færri klipp føra við sær eina frádøming av koyrikortinum. Orsøkin til at krøvini til ungar bilførarar verða herd í mun til meira royndar bilførarar er, at hagtølini vísa, at fólk millum 18 og 25 ár eru við í meginpartin av teimum ferðsluóhappum, sum henda í Føroyum. Tí er ætlanin at nýta klippikortskipanina at eggja ungfólkum til at koyra varligari.
Hóast uppskot um klippikortskipan verður lagt fyri Løgtingið í hesari tingsetuni, gongur helst nakað av tíð, áðrenn skipanin verður sett í verk. Orsøkin er, at tíð skal verða at kunna fólk gjølla um broytingarnar, og at uppskotið krevur eitt ávíst umsitingarligt arbeiði hjá løgregluni.
Sum landsstýrismaður í ferðslumálum er tað mín vón, at klippikortskipanin og aðrar broytingar, sum verða gjørdar í ferðslureglunum, verða væl móttiknar.