Nýggj nevnd við rimmar dansitiltaki

Dansur



Sunnudagin 20. januar hevði Dansifrøði aðalfun, har tveir nevndarlimir stóðu fyri vali. Edmund Nysted stillaði uppaftur, og varð eisini afturvaldur. Ann-Mary á Rógvi Rasmussen stillaði ikki uppaftur, og ístaðin fyri hana kom Jacob Rummerhoff. Nevndin, ið skipar seg sjálv sær nú soleiðis út: Erling Jørgensen, formaður, Jacob Rummerhoff, næstformaður, Árni Svartafoss, kassameistari, Edmund Nysted, skrivari og Karstin Hansen nevndarlimur. Sigrun Rubeksen varð vald, sum eykalimur.
Skráin fyri fyrru helvt av 2002 er løgd, og hon byrjar longu í morgin 26. januar, tá Dansifrøi hevur eitt stórt dansitiltak í Norðurlandahúsinum í sambandi við, at felagið fyllir 30 ár. 144 fólk vera við í tiltakinum.
Tiltakið byrjar klokkan 15.00 og atgongumerki eru at fáa í Norðurlandahúsinum á 80 krónur.