Nýggj nevnd vald í SEV

Fuglafjarðar kommuna, Sunda kommuna og Sands kommuna atkvøddu ikki

Nevndin í SEV var útskift í dag á eykaaðalfundi hjá felagnum. Nevndin er umboða við sjey limum, ið koma úr hvør sínum øki í landinum. Økini eru Vágar, Eysturoy, Norðoyggjar, Sandoy, Suðuroy og Tórshavn.

 

Gamla nevndin, ið hevur sitið síðan kommunuvalið í 2012, skuldi øll skiftast út. Nevndin verður vald við at hvørt øki seta fram valevnir og síðan verður atkvøtt um hesi.

 

Nýggja nevndin sær soleiðis út:

 

Norðoyggjar: Kristian Eli Zachariassen, Klaksvík. Varalimur: Óli M. Lassen, Klaksvík.

 

Eysturoy: Hans Jákup Johannesen, Skála. Varalimur: Terji M. Vestergaard, Saltangará.

Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafirði, hevði eina viðmerking, at tey taka ikki undir við mátanum at velja. Eingin av hinum kommununum hevði møguleika at vinna á valevninum úr Runavík og tí var eingin meining í at stilla ímóti ella atkvøða, tí úrslitið var givið áðrenn.
Orsøkin er býtið av atkvøðum, tí til valið er tað soleðis, at ein limakommuna hevur eina atkvøðu fyri hvørt byrja 1000 búgvatal, ið gevur Runavík ein fyrimun. Runavík kann gera eina avtalu við eina aðra kommunu og á tann hátt tryggja sær nevndarsessin, uttan at gera eina semju við allar kommunurnar í økinum.
Fuglafjørður atkvøddi ikki ímóti, men valdu ikki at atkvøða. Tey koma væntandi við øðrum uppskoti seinni.

 

Norðurstreymoy: John Zachariassen, Vestmanna. Varalimur: Hans Martin Andreassen, Kvívík.
Sunda kommuna tók undir við viðmerkingini frá Fuglafjarðar kommunu. Teir atkvøða ikki, tí at hetta var bert eitt val fyri Vestmanna kommunu, ið var í samstarvi við Kvívík.

 

Sandoy: Vinjard Tungá, Húsavík. Varalimur: Poul Klementsen, Sandur.
Poul Klementsen frá Sands kommunu tók eisini undir við viðmerkingini hjá Sonna á Horni.

 

Suðuroy: Jónsvein Hovgaard, Hov. Varalimur: Niels Olav Eyvindsson, Hvalba.

  

Tórshavn: Marin Katrin Frýdal, Tórshavn. Varalimur: Gunvør Balle, Tórshavn.

 

Vágar: Suni Jacobsen, Sørvágur. Varalimur: Jóhan F. á Ørg, Sørvágur.

 

Jákup Suni Lauritsen, fráfarandi formaður, tók orðið eftir nevndarvalið, har hann heitti á nýggju nevndina, um ikki at fara frá samhaldsføstu skipanini í SEV, men varðveita hana á kommunalum hondum. Eisini vísti hann á mongu íløgurnar, ið SEV hevur gjørt seinastu árini, við denti á vindmyllulundina í Húsahaga.

 

Fráfarandi nevndin var Frits Poulsen úr Suðuroy, Bødvar Hjartvarsson úr Sandoy, Bogi Andreassen fyri Tòrshavn, Karl Olsen fyri Norðurstreymoy, Jákup Suni Lauritsen úr Vágum, Karl Rasmussen úr Eysturoy og Steinbjørn O. Jacobsen fyri Norðoyggjar