Ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum, Huxa, hevði landsfund týskvøldið 22. januar, og har bleiv nýggj nevnd vald.
Nýggja nevndin er umboðað av fólki úr Klaksvík, Fuglafirði, Sumba, Eiði og Streymnesi.
Tvey nýggj fólk eru komin í nevndina síðani seinasta landsfund. Arnbjørn E. Justesen var varalimur, men er nú vorðin nevndarlimur, meðan Sólfinn Gudmundsen er nýggjur í hesum høpinum.
Nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Tummas Jóhan í Djónastovu, Eiði, formaður
Arnbjørn E. Justesen, Klaksvík, næstformaður
Beinir Johannesen, Klaksvík, kassameistari
Jákup Oluf á Lakjuni, Fuglafjørður, skrivari
Sólfinn Gudmundsen, Sumba, nevndarlimur
Eykalimur:
Eyðstein Zachariasen, Streymnes
- Á fyrsta nevndarfundinum, ið var beint eftir aðalfundin, varð samtykt at halda á við konservativu leiðini. Nevndin ætlar komandi árið at geva sítt ískoyti til samfelagskjakið, og koma við borgarligum loysnum innan m.a. fiskivinnu-, bústaðar-, lærlinga- og umhvørvispolitikki. Nýggja nevndin fer at halda somu leið sum undanfarna nevnd, viðvíkjandi fosturtøku spurninginum og øðrum etiskum málum, sigur nevndin.