Mánadagin 24. apríl hevði Heilsurøktarafelagið árliga aðalfundin.
Nývald í nevndina er Malan Hansen og Sjúrður Norðbúð varð afturvaldur. Sostatt eru tað Rakul í Gerðinum, forkvinna, Bingerð Hjalmarsdóttir, Olanta H. Norbúð, Sjúrður Norðbúð og Malan Hansen, ið manna nevndina í Heilsurøktarafelagnum komandi árið. Tiltakslimir eru Louisa Eliasen og Beinta Simonsen, sum er nývald.
Tveir nevndarlimir og ein tiltakslimur stóðu fyri vali. Sjúrður Norðbúð og Gunvør Sigurðsson høvdu sitið valskeiðið á tvey ár. Stórur áhugi var millum møttu limirnar á aðalfundinum at stilla upp til nevndar- og tiltakslim. Sjúrður Norðbúð stillaði upp aftur til valið av nevndarlimum og varð afturvaldur. Malan Hansen er nývaldur nevndarlimur í Heilsurøktarafelagnum. Nývald, sum tiltakslimur er Beinta Simonsen.









