Nýggj nevnd í Fjarhitafelagnum

Á fundi í gjár varð nýggj nevnd vald í Fjarhitafelagnum.

 

Tey, sum vórðu vald í nevndina, vóru fyri SEV: Sune Jacobsen, Jónsvein Hovgaard og Hákun Djurhuus. Tiltakslimur er Heri Mortensen.

 

Fyri Tórshavnar kommunu vórðu vald Bogi Andreasen, Jákup Dam, Tróndur Sigurðsson og sum tiltakslimur Turið Horn.

 

Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

 

Í gomlu nevndini vórðu:

 

Fyri Tórshavnar kommunu:

 

Halla Samuelsen, forkvinna
Bjørghild Djurhuus, nevndarlimur
Sjúrður Olsen, nevndarlimur
Sigrún Mohr, varalimur

 

Fyri SEV:

 

Karl A. Olsen, næstformaður
Hákun Djurhuus, nevndarlimur
Frits Poulsen, nevndarlimur
Finn Jakobsen, varalimur