Nýggj nøvn í hópinum
Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjarin, kunngjørdi í dag leikararnar, sum skulu royna seg ímóti Portugal tann 20. august. Egil á Bø, Andreas Lava Olsen og Leif Niclasen eru nýggir í hópinum
Á tíðindafundi í FSF-húsinum í morgun kunngjørdi Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, tey 18 nøvnini, sum skulu við til Portugal, har venjingardystur verður tann 20. august.
Andreas Lava Olsen úr Víkingi er úttikin, og hann verður tískil fyrsti landsliðsleikarin í felagnum nakrantíð. Egil á Bø og Leif Niclasen úr EB/Streymi eru somuleiðis úttiknir.
Landsliðshópurin ímóti Portugal:
Jákup Mikkelsen, KÍ
René Torgarð, EB/Streymur
Jónas þór Næs, NSÍ
Jóhan T. Davidsen, NSÍ
Egil á Bø, EB/Streymur
Fróði Benjaminsen, HB
Leif Niclasen, EB/Streymur
Einar Hansen, NSÍ
Atli Danielsen, Frem
Høgni Madsen, ÍF
Mikkjal Thomassen, EB/Streymur
Christian Høgni Jacobsen, AB
Andreas Lava Olsen, Víkingur
Jákup á Borg, B36
Símun Samuelsen, Keflavík
Christian Lamhauge Holst, Lyngby
Arnbjørn Hansen, EB/Streymur
Rógvi Jacobsen, KÍ