Kári Thomsen
Stórsta frambrot í nýggju lógini er m.a. at vit fara frá eini forboðslóg har t.d. møguleiki ikki er at kæra eitt mál fyri dómstólar, til eina lóg har vit fara at skráseta, kanna og vegleiða um náttúruverndaratlit. Vit fáa eina skilabetri og fakliga viðgerð av náttúruverndarmálum ið framyvir verða viðgjørd í góðari tíð soleiðis at sleppast kann undan konfontratiónum og óneyðugum bardøgum millum ymisk áhugamál. Nýggja lógin fer í enn størri mun at byggja á lvfrøðilga margfeldni, landslag, jarðfrøði og siðsøgu.
Friðingarnevndir og yvirfriðingarnevnd verður avtikin og vit fáa náttúruverndarnevndir at ummæla mál og annars ráðgeva landsmyndugleikanum. Stóra frambrotið er at vit loksins fáa eina miðvísa náttúruumsiting við nýggju Umhvørvisstovuni. Haðani verða framyvir krøv sett til árinskanningar, góðkenningar til grótbrot, vatnorkubyrgingar, tunnlar, havnir og annað, og nýggjar býarskipanir og byggisamtyktir skulu hava ummæli innan nakað kann setast í verk.
Føroysk náttúra á landi og sjógvi fær við nýggju lógini køna fakliga viðgerð, har samfelagsmenningin tó ikki ferð at verða fyri afturhaldni. Munurin frá gomlu lógini til tað nýggju vil i fólkaræðisligum høpi verða eitt nýtt orðaskifti á tingi um náttúruverndar- og umhvørvismál. Flestu vita at verandi friðingarnevndir við endaligu avgerð yvirfriðingarnevndarinnar – uttan kærumøguleika – ikki hoyrir heima í nútímans fólkaræðisligum samfelag.
Náttúruoyðing í søguna
Ikki kann sigast at gamla náttúrufriðingarlógin var okkum serstakliga nýtilig til vernd og friðing av føroyskari náttúru. Okkurt er vorðið friðað, Sandheyggjarnir á Sandi og so sjálvandi Fjallavatn. Her sleppist ikki undan at nevna Tórmóður Dahl, sála, ið saman við góðum fólki úr allari Vágoy, megnaði at steðga náttúruoyðaranum mikla, SEV. Frá tíðini við Fjallavatn hevur bardagi staðist í góð 25 ár millum SEV og Føroya Náttúruverndarfelag. Kampurin hevur ikki verði á jøvnum støði. Goliat (SEV) hevur sitið á allari maktini og kassanum, og við hópin av skitnum vápnum og lítið mannsømuligum royndum roynt at kvæla Dávid (FNU) – enntá á sera ódemokratiskan hátt steingja felagið niður so einki meiri skuldi hoyrast frá hesum grønu spírum.
Tað heppnaðist Goliat at oyða mesta partin av Eysturoy, vakra fjallavatnið Eiðisvatn varð neyðtikið og lívgevandi áðir og løkir hvurvu. Ávaringar vóru frá føroyskum og útlendskum serfrøðingum, at Eiðisverkætlanin hevði alt ov stórt árin á náttúru og siðsøgu, og at vit ikki fingu fulla nýttu úr tí vatnnøgd tøk var í økinum. Hesum hevur so Goliat váttað fyri góðum tveimum árum síðan, men nú er skaðin gjørdur og vendist ikki aftur.
Ein av stóru døgum føroyinga var 28 september 2007. Landsstýrið fekk endiliga tikið seg saman at fáa veðurlagssáttmálan í tingi og samtyktan fyrrapartin við stórt buldur og brak. Seinrapartin legði Goliat kongin. Hann ásannaði at leikurin var taptur og at frægast loysn varð sjálvur at finna úthurðina og loka hana uttanífrá. Timburmenninir hava allarhelst verið ógvusligir, tí dagin eftir varð hetta hátíðarhildi hjá Dávidi við kaffi og rundstykkum og so umrødda uppskotinum til nýggja lóg til vernd og tryggjan av føroysku náttúruni okkum sjálvum og eftirkomarunum til stóran frama.
Nýreligiøsir umhvørvisknokkar
Ein av sera týðandi táttunum í nýggja uppskotinum til náttúruverndarlóg er tryggjan av lívfrøðini, plantum, fugli, kyknum, fiski, korallum og øllum livandi annars. Her vita vit at veðurlagsbroytingin kann ávirka lívfrøðina í sera stóran mun og at inntriv okkara í náttúruna annars, kann hava oyðileggandi árin á lívfrøðiliga margfeldi. Eitt gott dømi um hvussu tápuligt vit kunnu bera okkum at er ferjulegan inni á Trongisvágsfirði. Her tvíhelt landsstýrsimaðurin Bjarni Djurholm um, at legan skuldi byggjast á innara Lítla Holm, sjálvt um víst varð á sera sjáldsaman taravøkstur í økinum, og at økið sum frítíðarpláss fór fyri skeytið. Verkfrøðingar hava síðan víst á, at tað púrt ongan mun gjørdi, hvørki í kostnað ei heldur í útinnan av verkætlanini, um henda varð løgd 50-100 metrar innari á fjørðinum.
Nógv dømi eru um manglandi fyrilit frá landsstýrismanninum Bjarna Djurholm til náttúru og umhvørvið, fyri ikki at tala um allar tær fløkjur hann saman við Oyvindi Brimnes, landsverkfrøðingi, kann fermja við tunnlum sum opna fyri síðan aftur at steingja, nýggjan landsvegum gjøgnum búseting, orkuverkætlan sum ikki er annað en glæntrileikur, flogvølli í einum mjørkaholi o.s. fr.
Tó so skilja flest øll hví “eingin er heima” hjá Bjarna Djurholm. Chefideologurin og hundaførari hansara er gamli kommunistajagstrarin, ið við høgari cigarføring og butterfly má finna aðrar syndabukkar nú eingir kommunistar eru. Skilligt er at John Johannesen er við at fara úr sínu góða skinnið, at skula verða bukaður til at góðtaka samgongunar chefideolog, sum júst her tevjar nýggjar leiðir, teir nýreligiøsu umhvørvisknokkanar á la Gore og nú eisini Clinton Global Initiativ.
Men frí og bevari okkum væl fyri at fáa Kallsberg í kopari við síðuna á Rasmussi, langommu-beiggja.
Tjóðgarðar og friðað náttúruøki
Føroya Náttúruverndarfelag hevur heitt á landsstýrið at stuðla undir at kanna um økið, Hvannhagi, í Suðuroya kann lúka altjóða ásetingar sum tjóðgarður. Føroyskir og fleiri útlendskir lívfrøðingar vóru fyri ári síðan við staðkendum fólki og hugdi at Hvannhaga. Her vóru øll á einum máli at meira sermerkt, vakur og sjáldsamt stað høvdu fólk ikki sæð fyrr. Verkætlanaruppskot er gjørt, ið skal lýsa Hvannhaga út í æsir í lívfrøði, jarðfrøði, siðsøgu og mentan, og sum landslag.
Landsstýrið vil ikki játta nakran stuðul til hesar kanningar, og grundgevir við at arbeitt verður við Koltri sum Føroya tjóðgarð.
Kommunur og eigarar av økinum í Suðri taka undir við møguleikanum at staðfesta Hvannhaga sum tjóðgarð. Økið skal ætlandi verða kjarna í einum størri øki.
Roynt hevur verið at vísa landsstýrið/Innlendismálaráðið á, at Koltur ikki kann lúka altjóða ásetingar hjá IUCN - International Union for Conservation of Nature.
Allýsingin frá IUCN til tjóðarð er soljóðandi: Tjóðgarður er stórt náttúrulandslag, ið hevur týdning fyri tjóðina. Hetta er vard vistfrøðiskipan, ið ikki hevur verið brúkt ella er rørd av mannahond í t.d. landbúnaði, minugrevstri og tílkum. Í tjóðgarði skal náttúran liva á egnum treytum, tó so at fólk kunnu vitja øki eftir gøtum og skipaðum viðurskiftum. Tjóðgarðar kunnu tæna frálæru og vísundaligum endamálum og nýtast sum rekreativ øki har vitjandi kunnu njóta órørda náttúru.
Innlendismálaráðið hevur sambært viðmerkingunum lagt seg eftir at Koltur skal verða ein blanding av mentanar- og náttúruvirðum. Talan er um gamla býlingin og teigalendið og varðveiting av føroyskum húsdjórum. Sagt verður at seyðurin kann takast av norðara part av oynni soleiðis at hetta verður órørd náttúra.
Sambært flokking IUCN´s er eitt tjóðgarðar, annað økis- og náttúrugarðar, triðja sonevnt “biosphere reserve” og fjóra “World Heritage Sites”. Hetta síðsta er náttúruøki, ið á alheims støði hevur ovurstórt virði og alstóran týdning at verða tryggja.
Koltur, soleiðis sum Innlendismálaráðið sjálvt greiðir frá, kann við IUCN flokkingini ikki lúka treytir sum tjóðgarður, men kann flokkast sum økis- ella náttúrugarður.
Tað kann tykjast løgið at Innlendismálaráðið partú vil tvíhalda um Koltur sum tjóðgarð. Her hava eingir lívfrøðingar verði við at viðgera málið og úrslitið kann tí blíva at vit enn einferð dumma okkum í norðurlendskum og altjóða høpi við einari discount-loysn uttan altjóða góðkenning.
Onkur Suðuroyartingmaður átti at vakna nú valið narkast – lukkutíð leggja gomlu knokkanir frá sær, men Hvannhagi hevur ovurhonds stórt virði í ferðavinnuhøpi, so um umhvørvismálaráðharrin ætlar sær á ting aftur, eigur hann nokk at venda eyguni suðureftir.