- Umstøðurnar í Suðurstreymoy til minnisveik og avvarðandi er út av lagi vánalig, og verkætlanin at byrja ein dagstovn fyri dement er ein roynd at betra um viðurskiftini, sigur Erna Háberg, demenssamskipari og skrivari í Alzheimerfelagnum.
Felagið fyri dement hevur handað Býráðnum verkætlanina og havt fund við bæði sosialu nevnd í Býráðnum og landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum, sum í løtuni umsitir eldraøkið. Økið verður møguliga lagt út til kommunurnar í framtíðini, og tískil valdar nakað av óvissu á økinum.
Hølini eru klár at leiga og faklærd arbeiðsfólk eru til reiðar, og nú bíða tey í Alzheimerfelagnum spent eftir, um neyðugi peningurin verður játtaður frá politiska myndugleikanum.
Býráðið vil játta helvtina
Kostnaðurin til verkætlanina ljóðar fyribils á 1,4 milliónir um árið næstu tvey árini, men Erna Háberg vísir á, at kostnaðurin fyrsta árið verður helvtina av hesi upphædd, nú vit eru komin so langt inn í 2004. Høvuðsútreiðslurnar verða lønir til trý starvsfólk á møguliga dagstovninum.
- Sosiala nevnd Býráðsins hevur mælt til at játta helvtina av peninginum treytað av, at landið játtar hina helvtina, og eftir fundirnar, sum vóru sera positivir, bíða vit nú eftir svari, sigur Erna Háberg. Verkætlanin varð handað landstýrismanninum Páll á Reynatúgvu í undanfarna valskeiði, men felagið hoyrdi einki aftur frá landsstýrismanninum.
Erna undirstrikar boðskapin hjá Alzheimerfelagnum, sum er, at tørvurin í høvuðsstaðnum er sera stórur samanborið við restina av landinum.
- Í Eysturoynni eru 108 stovnspláss, og í Havn, har íbúgvaratalið er væl hægri, eru 80-90 stovnspláss, og tískil er átroðkandi at útvega nýggjar møguleikar og pláss til minnisveik og ikki minst avvarðandi, sigur Erna Háberg.
Skrivarin, sum í nógv ár hevur starvast á eldraøkinum, sigur, at verkætlanirnar við Vallalíð og á Marinustøðini, sum skulu útvega dementum stovnspláss, støðugt verða útsettar, og tískil hevur felagið tikið initiativ til húsið í miðbýnum, sum stendur felagnum í boði at leiga, um neyðugi peningurin verður játtaður.
- Okkara motto er, at vit vilja gera okkurt, meðan vit bíða, og ætlandi dagstovnurin í miðbýnum til sjúklingar og avvarðandi er so ein roynd at betra um støðuna, vísir Erna Háberg á. Nevndin í Alzheimerfelagnum er mannað við bæði faklærdum fólki og persónum, sum varða av demenssjúklingum, og endurspeglar verkætlanin hetta.
- Arbeiðið okkara við dagstovninum tekur støði í bæði professionellari viðgerð og hjálp og ráðgeving til avvarðandi, slær Erna fast.
100 dement eru heima
Erna Háberg sigur, at í høvuðsstaðnum eru sambært hagtølunum 144 alzheimersjúklingar yvir 65 ár, og av teimum 144 eru bert umleið 40 stovnspláss, meðan restin er heima. Av hesum 100 heimabúgvandi minnisveikum hevur bert helvtin heimarøkt.
- Tískil er tørvurin sera stórur, og verkætlan okkara bjóðar 10-12 sjúklingum at vera á dagrøktarstovninum frá morgni til myrkurs. Ætlanin leggur upp til, at trý faklærd starvsfólk koma at arbeiða á stovninum pluss ein ráðgevandi og upplýsandi samskipari, greiðir Erna Háberg frá. Sostatt verður eitt vegleiðandi forum skapt, har avvarðandi kunnu fáa hjálp og myndugleikar ráðgeving.
- Tað er í veruleikanum eitt fulltíðarstarv at taka sær av einum dementum persóni, og tað er sera slítandi fysiskt og sálarliga. Alzheimerfelagið fær nógvar uppringingar frá avvarðandi, sum tørva hjálp, og fevnir verkætlanin eisini um hesi, slær Erna Háberg fast. Í vikuskiftinum er so ætlanin sambært Ernu at hava café fyri sjúklingum o g avvarðandi, har sjálvboðin fólk hava ábyrgdina.
- Fyrr hevur fokus bert verið á fysiska tørvinum, men sosialsálarliga stimulatiónin hevur alstóran týdning fyri sjúklingin, og hesin tørvur verður við nýggju verkætlanini nøktaður, vísir skrivarin í Alzheimerfelagnum á.
Í løtuni verður sostatt bíðað eftir, um peningur frá politiska myndugleikanum verður játtaður til royndaverkætlanina á góðar tvær milliónir næstu tvey árini.